Føroyskar leiðslur brynjast til altjóðagerð

Ein master útbúgving innan virkisleiðslu verður sett í gongd í Føroyum í næstum. Talan er um MBA útbúgvingina Henley , sum er skræddaraseymað til leiðarar á bæði privatum og almennum fyritøkum. Útbúgvingin tekur 3 ár og kostar 210.000 krónur

At kunna arbeiða og lesa sam­stundis er eitt ynski, sum fleiri fólk í leiðandi størv­um hava. Tað er nevni­liga ikki so lætt at fara úr einum leiðarastarvi á ein lærustovn, fyri at nema sær hægri lestur. Men hetta nýt­ast føroyski leiðarar, tað ver­ið seg privatir eins væl og almennir, ikki at stúra fyri longur, eftir at útbúgvingin MBA er um at festa røtur her á landi. MBA er stytting fyri Master of Business Ad­ministration, og tað er ikki sørt, at tað finnast nógv­ar slíkar útbúgvingar í heim­inum í dag. Men henda sum nú er komin til Føroya er ein MBA frá Henley Manage­ment College, ið blað­ið the Economist nýliga hevur kosið til besta hand­ilsskúla í heiminum við­víkj­andi persónligari menn­ing og útbúgvingar­royndum.

Handilsskúlin ”Henley Management College” varð grundaður í 1946 í býnum Henley on Thames og er elsti óhefti handilsskúli í Evropa. Staðið er tiltikið vakurt og liggur ikki so lant frá flogvøllinum Stansted, hagar Atlantic Airways flýg­ur í summarhálvuni.

Í byrjanini av áttatiárunum gjørdust útbúgvingarnar á Henley Management Coll­ege av álvara kendar um all­an heim, og eftir at inter­netið spjaddist út í hvønn krók eru ikki færri enn 7000 MBA lesandi úr 100 ymsum londum knýtt at hesum útbúgvingarstovni.

Jens Christian legði lunnar undir

Danin Leif Bergmann hevur tvær reisur verið í Føroyum og kunnað um nýggju MBA-útbúgvingina, sum før­­oyingar kunnu seta seg fyri í februar 2008. Hann var her tann 31. oktober og aftur týsdagin 4. desember og helt kunnandi skeið, har fleiri fólk vístu áhuga fyri tiltakinum.

Hetta hóast talan er um eina útbúgving, sum kostar 70.000 krónur um árið í 3 ár at fullføra – ella 210.000 krónur tilsamans. Men hvat fekk Leif Bergmann at koma hendanvegin við hes­um forkunnuga útbúgv­ing­ar­tilboði.

- Tríggir føroyingar hava mær kunnugt tikið hesa út­búgvingina, og tað er fyri stóran part einum teirra, Jens Christian Olsen, stjóra á Fiskamarknaði Føroya, til æru, at vit hava valt at seta útbúgvingina á stovn í Før­oyum, greiðir Leif Berg­mann frá.

Tá Jens Chr. Olsen varð liðugur við MBA-lesturin í 2006 vendi hann sær til Henley deildina í Danmark við tí í hyggju at fáa út­­búgvingina setta á stovn í Føroyum.

- Vit vóru frammanundan í Grønlandi og hildu eisini tað vera heilt náttúrligt at koma til Føroya, leggur Leif Bergmanna afturat.

Fyrru ferð hann var í Før­oyum var hann á Faroexpo ráðstevnuni í Runavík og fekk tá høvi til at kunna seg um føroyskar fyritøkur og vinnulív sum heild. Tá fekk Leif Bergmann varhugan av, at fleiri føroyingar hava áhuga í at útbúgva seg meiri innan leiðslu og menning fyri at vera betur ílatin til ta umfatandi altjóðagerð, sum fer fram í hesum tíðum. Sum bygnaðurin av fleiri vinnufyritøkum er í Før­oy­um, har leiðslur ofta eru familjugrundaðar, so heldur Leif Bergmann, at hendan leiðsluútbúgvingin kann vera við til at gera fyritøk­urnar betri brynjaðar at standa seg í altjóðagerðini. Ikki minst tí MBA-út­­búgvingin er standardiserað, so at somu krøv verða sett til øll lesandi óansæð hvað­ani í heiminum tey koma.

Føroyskar fyritøkur ’projektfyritøkur’

Spurningurin er so, um MBA útbúgvingin er ’gear­að’ til føroyskt vinnu­virk­semi.

- Tað verður hon á tann hátt, at føroyskar fyritøkur verða projektfyritøkur. Tá ein lesandi skal gera upp­gáv­ur, so verður støði tikið í føroyskum fyritøkum, og tá er tað líkamikið um talan er um eina stóra ella lítla fyri­tøku, almenna ella pri­vata, sigur Leif Bergmann.

Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tað einamest eru útflutningsvinnur, ið hava gagn av hesi útbúgv­ingini, tí hon er altjóðalig og treytar, at tann lesandi er sera stinnur í enskum. Men heimamarknaðurin hevur onga grund til at halda sær aftur:

- Heimamarknaðurin verð­­­ur eisini raktur av al­­tjóða­gerðini. Lat meg sum dømi nevna fyritøkuna Guðrun & Guðrun, sum hev­ur fingið eina av sínum troyggjum kenda um alt kongaríki takkað verið sjón­varpsrøðini ”Brotsgerðin”. Trupulleikin tykist nú vera, at hendan troyggjan verður avritað av øðrum fyritøkum, sum so selja víðari uttan at Guðrun & Guðrun fáa sín náttúrliga part av køkuni.

- Nøkur av evnunum í MBA skeiðunum eru at út­­búgva fólk til at leggja stra­tegiskar ætlanir og taka patent upp á tær vørur, sum tey skapa, greiðir Leif Berg­mann frá og dylur ikki fyri, at handilsverðin er bein­hørð, har tað ofta ræður um ”at eta sjálvur fyri ikki at blíva etin av øðrum”.

- Tað er umráðandi at leggja rætta strategi, tryggja patent, verða skjótur á av­­trekkjaranum, hava distribu­tiónsrásir í lagi og annað mangt, heldur hann fyri.

Viðvíkjandi troyggjuni hjá Guðrun & Guðrun legg­ur hann afturat, at um ”Botsgerðin” fær ein altjóða prís, so sum summi vænta, so verður tað ikki bara í danska kongaríkinum at troyggjan verður kend, men í øllum heiminum. Tá er gott at kunna skúma róman, meðan bylgjan gongur!

Enskt út í fingra­snipparnar

Einki serligt útbúgvingar­støði verður kravt fyri at kunna verða upptikin til MBA útbúgvingina. Prakt­iskar royndir kunnu kom­pensera fyri ástøðiligar út­búgvingar. Sostatt eru tað bæði fólk við høgari útbúgv­ing og ongari ástøðiligari útbúgving, sum verða tikin upp í Henley. Tó verður ein umsøkjari vigaður á vektini hjá eini upptøkunevnd, sum tekur støðu út frá CV’inum og øðrum viðkomandi upplýsingum, um umsøkj­arin er egnaður at fara undir hendan lesturin.

Og eitt ófrávíkiligt krav er: enskt skal dugast út í fingrasnipparnar, ella nær við tað.

- Øll undirvísing fer fram á enskum, somuleiðis próv­tøkurnar og høvuðsupp­gáv­an er ein umfatandi uppgáva á 70-80 síður umframt ískoyt­ir, sum eisini skal skriv­­ast á enskum, vísir Leif Bergmann á.

So her er eingin góða­mamma, um ein ikki er hampuliga stinnur í enskum. Eitt annað krav er, at ein skal vera í starvi hjá privat­ari ella almennari fyritøku, og sostatt verða arbeiðsleys ikki tikin upp til hesa út­­búgvingina. Hetta kemst ser­liga av, at uppgávur og innihald í útbúgvingini skulu taka støði í tí fyri­tøk­uni, har ein sjálvur starvast. Sum áður nevnt er støddin á fyritøkuni ikki avgerandi.

Fyrsta MBA-útbúgvingin í Føroyum, sum byrjar í februar 2008, tekur 3 ár og er skipað í trimum modulum á eitt ár fyri hvørt. Stórt sæð øll útbúgvingin kann gjøgnumførast í Føroyum, burtursæð frá at í byrjanini av hvørjum moduli verður farið til Henley á workshops og onnur kunnandi tiltøk.

Um ein ikki ynskir at taka øll 3 árini ber til at steðga aftaná fyrsta ella annað árið og fáa diplom fyri tað, um ein stendur stopp­­royndina. Goldið verð­ur fyri eitt ár í senn, so um ein gevst eftir fyrsta árið, so rindar viðkomandi bert fyri tað árið (70.000 krón­ur). Við í prísinum er alt utt­an ferðaseðlakostnaður til Onglands.

Tað skulu helst 20 tekna seg fyri at útbúgvingin skal kunna setast á stovn í Føroy­um, men minsta markið er 15, sigur Leif Bermann. Sein­asta freist fyri tilmeld­ing er 5. januar 2008. Um ikki nóg nógv tekna seg verður útbúgvingin bjóðað út aftur í heyst.

Stutt um MBA í Føroyum

Útbúgvingin tekur 3 ár og er skipað í 3 modulum á eitt ár. Talan er mest um sjálv­lestur í Føroyum, har ein part­ur av útbúgvingini verð­ur skipað sum arbeiðsbólkar. Eina ferð um árið verður farið til Henley í Onglandi at luttaka á workshops og øðrum kunnandi tiltøkum. Hvør lesandi hevur ein veg­leiðara, sum heldur ein dag­førdan á ymsan hátt. Ein skal standa eina stopproynd, sum er ein skrivlig roynd, eftir ávikavist fyrsta og annað árið. Í triðja árinum skal ein høvuðsuppgáva gerast, sum tekur umleið ½ til ¾ ár at gera. Tá útbúgv­ingin er liðug verður farið til Henley fyri seinastu ferð, har stórt hátíðarhald er. Minst 15 (og helst 20) skulu hava teknað seg í seinasta lagi 5. januar fyri at út­búgv­ingin í februar skal gerast veruleiki. Annars verður roynt aftur í heyst.