Føroysk ross fáa altjóða umtalu

Summer of Love eydnaðist so væl, at tað vekir áhuga uttanlands.

Á heimasíðuni hjá Nordgen, ber í hesum døgum til at lesa grein um arbeiði hjá Felagnum Føroysk Ross og Búnaðarstovuni at varðveita føroyska rossastovnin.

 

Nordgen, ið er norðurlendskur stovnur við m.a. tí endamálið at verja hótt djórasløg, hevur vitjað á Signabøgarði og havt áhugaverda samrøðu við Dortheu Joensen, bónda. Tey hava eisini prátað við Trónd Leivsson, stjóra á Búnaðarstovuni.

 

Tey bæði greiða í greinini frá arbeiðinum, sum verður gjørt fyri at varðveita føroyska rossaslagið. Búnaðarstovan og Signabøgarður eru í samstarvi við felagið Føroysk Ross partar av verkætlan, ið vónandi fer at økja áhugan kring landið fyri føroyska rossinum.

 

Felagið Føroysk Ross er gamalt felag og forkvinnan Maria Bjørk stendur nú á odda fyri felagnum og arbeiðinum at fjølga um føroyska rossið. Fyri fáum árum síðani stóð føroyska rossið á tromini at verða oytt.

 

Nevndin í felagnum fór tí undir eina miðvísa roynd at skipa alingina neyvari fyri at fáa fleiri fyl undan og at breiða rossini runt um í landinum.

 

Hetta var gjørt við verkætlani "Summer of Love," har roknað var væl út, hvørji ross vóru egnað at seta saman, so innannøringin ikki varð ov høg. Samstundis vóru ryssur, ið áður ikki høvdi kvidnast, viðgjørdar fyri bruna í lívmóðrini.

 

Undan hesum vóru nógv av rossinum samlaði í Suðursteymoy, viðhvørt undir umstøðum, ið helst ikki vóru nóg væl skipaðar. Hetta kundi viðhvørt skapa støður, har fólk ilskaðust inn á føroys ross og eigarar. Hugaligt er tí at síggja at ætlanin hjá Felagnum Føroysk Ross, at fáa fleiri ross og at spreiða rossini kring oyggjarnar, ber ávøkst og nú eisini fær altjóða umrøðu.  

 

Greinin hjá Nordgen kann lesast á leinkju við at trýsta her