? Tað er kanska eitt gott hugskot, sigur Hans Oluf, tá hann verður spurdur, um tað hevði loyst seg hjá føroyskum línubátum heldur at fryst veiðuna umborð, men hann vísir samstundis á, at tað kostar bæði at frysta og at tiðna hana aftur. Tað hevur tí bæði fyrimunir og vansar við sær.
Tað ljóðar, at norksir línubátar hava eina betri úrtøku, tí at hesir sum oftast frysta veiðuna umborð á bátinum. Hans Oluf sigur, at hetta hoyrist eisini ofta í vinnuna, at norsku bátarnir kanska eru eitt vet frammanfyri. Ein onnur orsøk til at norsku bátarnir hava betri úrslit er, at hýrurnar í Noregi eru lægri enn tær í Føroyum.
Hans Oluf vísir á, at ein av fyrimununum við at frysta veiðuna umborð er, at skipið fær meira burturúr fiskidøgunum, sum verða útnyttaðir betri, tí tað liggur longri á fiskileið.
Annars er tað kanska ofta so, at skipini missa nakrar fiskidagar, tá tey skulu landa, ella tá líkindini ikki eru til vildar. Í dag hava vit eitt frystilínuskip, og tað er Westfreezer úr Miðvági. Túrarnir hjá hesum skipi eru ofta í ein mánað ella so, meðan hini línuskipini bara eru úti í tíggju til fjúrtan dagar. Westfreezer kann tí fáa meira burturúr fiskidøgunum enn hini.
Hans Oluf vísir eisini á tann trupulleikan, sum aðrir eisini fyrr hava víst á, at føroyskir fiskimenn kanska ikki eru sinnaðir til at vera við á longum túrum við línuskipum, ið varða ein heilan mánað, har teir hyggja uppá land allan túrin.
Tá skipini ikki frysta veiðuna umborð, so ber ikki til at hava túrarnar longri, tí fiskurin verður ov gamal.