Fylgjurnar av verandi fiskivinnuskipan eru millum annað, at føroyingar fara at hvørva úr fiskivinnuni, tí tað eru bara útlendingar, sum hava ráð til at keypa skipini við veiðirættindum í uppsjóvarvinnuni, sigur Kári Petersen búskaparfrøðingur.
Tað er longu hend ein miðsavning av føroysku fiskivinnuni, tí tað er bara fyritøkur við mógvum pengum, sum hava ráð til at keypa skipini við teimum góðu veiðuloyvunum.
- Skalt tú keypa eitt skip í dag, keypir tú eisni veiðiloyvi fyri fleiri ár. Tað merkir, at tað er sera ringt hjá teimum ungu at koma inn, tí tað snýr seg um so nógvar pengar.
Um tú ístaðin keypti skipið fyri seg, og so veiðiloyvir fyri eitt ár at gangin, vóru nógv betur møguleikar hjá nýggjum at koma inn í vinnuna, eins og smærri feløg høvdu haft betur møguleika, sigur Kári Petersen.
- Vit síggja longu nú, at virksemið er miðsavnað um Eysturoynna og Norðoyggjar. Norðlýsið hevur gjørt eina uppgerð yvir, hvar skipini, sum hava goldið tilfeingisgjald í 2013 hoyra heima, og hendan uppgerð vísir, at 51 % er savnað í Eysturoynni.
- Suðuroyggin, Sandoyggin og Vágarnar hava nógv minni virksemi nú enn fyrr. Tey hava ongan møguleika at fylgja við, tí tað eru ikki so peningasterk fólk har, og tí missa hesi umráðir síni skip, sigur Kári Petersen.
Tað er hesin sami leisturin, sum við tíðini so við og við fer at trýsta føroyingar út úr pelagisku vinnuni, sigur hann.
Veiðuloyvin fleirfalda virðið
Skipini í uppsjóvarflotanum í dag eru mett at vera 1.210 milliónir krónur verd í sær sjálvum. Við veiðurættindum eru skipini mett at vera 6-7 milliardir krónur verd. Hesar upphæddir hava føroyingar ikki ráð til at keypa skip fyri, tí nýta útlendingar ofta føroyskar strámenn. Somuleiðis finnast konstruktiónir, har tú hevur eitt felag við sera lítlum eginpeningi, og restin er lán. Hetta kemur av, at útlendingar bert kunnu eiga 30 procent av felagnum, um felagið skal hava føroysk fiskiloyvi. Sostatt verða alt fleiri dømi um, at útlendingar eiga ein part av einum føroyskum felagið og veita fígging til skipakeypini.
- Teir kunnu áseta sær eina rentu fyri lánið til føroyska felagið og soleiðis tøma yvirskotið út úr føroyska felagnum og upp í útlendska móðirfelagið, sigur Kári Petersen. Hetta førir við sær, at einki verður til landið og Føroya fólk.
- So við og við fara føroyingar úr vinnuni og útlendingar hava góðar møguleikar at taka allan ágóðan av føroyska tilfeinginum út úr Føroyska samfelagnum. Tøma teir yvirskotið burtur úr felagnum við eini høgari rentu, er einki yvirskot at gjalda skatt av. Útlendingarnir avgera tí sjálvir, um teir vilja rinda skatt til føroyska samfelagið, sigur Kári Petersen.
Skuldarbundin fiskivinna
Ein annar av vansunum við verandi fiskivinnuskipan er, at fiskivinnan verður skuldarbundin.
- Skipini eru sera dýr at keypa. Tá tey verða seld, er tað fyri fleiri ferðir virðið á skipinum sjálvum. Einkarrætturin, sum fylgir við veiðuloyvunum, merkir, at tilfeingisgjaldið verður sera stórt, og tað fer til tann, sum fer úr vinnuni, meðan tann, sum skal inn í vinnuna skal gjalda tilfeingisgjald og má út at læna pengar. Pengarnir verða sostatt tiknir út úr fiskivinnuni, sigur Kári Petersen.
Eitt stórt tilfeingisgjald er longu goldið til reiðarar, sum hava selt.
- Inntil nú eru eini 6-700 milliónir krónur goldnar í tilfeingisgjaldi til eigarar av skipum - av hesum hevur tann, sum eigur tilfeingið, Føroya fólk, einki fingið, sigur Kári Petersen.
Stóru virðini, sum eru tengd at skipunum, merkja í síðsta enda, at vinnan verður skuldarbundin, tí tey, sum koma inn í vinnuna, skulu gjalda, og tey, sum fara út, fáa tilfeingisgjaldið.
Vinnan fær ikki ágóðan
Tað, sum er óheppið er, at tað eru einstaklingar og ikki vinnan, sum fær ágóðan av skipanini, sigur Kári Petersen.
- Einki forðar teimum, sum eiga flotan í dag, í at selja. Um teir eigarar, sum eru í pelagiska flotanum í dag, selja, verða 7 milliardir tiknar úr fiskivinnuni, og skuldin veksur upp í einar 9 milliardir krónur, sigur Kári Petersen. Hann vísir á, at fiskivinnan sum heild er vorðin nógv meir skuldarbundin seinastu árini. Skuldin er vaksin úr 1,6 mia. í 2002 upp í 3,3 mia. í 2012.
- Feløg sum verða handlað verða sera skuldarbundin og fara at hava stórar rentuútreiðslur, og fara tí at geva lítið og einki yvirskot. Tað merkir sostatt, at tey fara at gjalda sera lítlan skatt og vinnan verður ikki sterk, og fer ikki at hava nógvan pening. Hetta er úrslitið av, at keyparin má gjalda sera stórt tilfeingisgjald til reiðaran, sum fer úr vinnuni, og tað verður tískil torført, ella ógjørligt hjá føroyingum at koma inn í vinnuna, tí prísurin er so høgur, sigur Kári Petersen.
Skaðiligt fyri føroyska búskapin
Kári Petersen heldur ikki, at samfelagið fær nakran ágóða av verandi skipan. Tvørturímóti førir fiskivinnupolitikkurin við sær, at nakrir einstaklingar verða sera ríkir og fara at taka allar avgerðir bæði vinnuligar og politiskar.
- Um teir, sum hava loyvini, selja tey, kunnu teir taka einar 5-6 milliardir krónur úr fiskivinnuni. Teir kunnu keypa alla restina av føroyskum vinnulívið, harímillum fjømiðlarnar, og koma at taka allar týðandi avgerðir í Føroyum bæði vinnuligar og politiskar, sigur Kári Petersen.
Hann heldur ikki, at tað eru nakrar góðar grundir til, at politikararnir halda fast við verandi skipan. Hon er beinleiðis skaðilig fyri føroyska búskapin.
- Tað er nógv betri fyri samfelagið at selja veiðiloyvini, og lata inntøkuna út aftur sum skattalætta. Vit kunnu veita ein skattalætta uppá 600 mió. kr. tað er 2.500 til hvønn løntakara um mánaðin. Hvør familja kann sostatt fáa 5.000 kr. meir at liva fyri um politikararnir velja hesa loysnina, sigur Kári Petersen.
TALVA
Mett virði av skipunum í pelagiska flotanum við og uttan veiðuloyvi
Navn Skipsvirði
(mió.kr.)
Tróndur í Gøtu (Varðin, Gøta) 225
Finnur Fríði(Varðin, Gøta) 150
Jupiter (Varðin, Gøta) 75
Tummas T (Varðin, Gøta) 75
Saksaberg (Varðin, Gøta) 20
Norðborg (Palli hjá Mariannu, Klaksvík) 275
Christian í Grótinum (Palli hjá M, Klaksvík) 150
Fagraberg (Framherji, Fuglafjørður) 100
Næraberg (JFK, Klaksvík) 40
Slættaberg (JFK, Klaksvík) 60
Atlantsfarið (Northwest Pelagic, Miðvágur) 40
Tilsamans 1.210
Virðið í alt á skipum +veiðiloyvi 6-7 milliardir
Virðið á veiðuloyvum í alt 5-6 milliardir
Tilfeingisgjald goldið í 2013
Norðoyggjar
Christian í Grótinum 10.018.295
Gadus 2.686.920
Næraberg 6.515.965
Norðborg 10.597.195
Sjúrðarberg 4.107.099
Slættaberg 3.122.126
Tilsamans: 37.047.601 (27,1%)
Eysturoy
Bakur 626.797
Stelkur 626.797
Munkur 412.426
Skúgvur 412.426
Edna 3.372
Akraberg 664.667
Fagraberg 9.816.929
Høgiklettur 9.054.440
Finnur Fríði 9.928.784
Jupiter 10.303.019
Tróndur í Gøtu 10.928.242
Tummas T 12.118.471
Ólavur Nolsøe 1.421.472
Tilsamans: 69.686.829 (51,0 %)
Streymoy
Phoenix 3.005.596
Sermilik II 3.016.208
Tilsamans: 6.021.805 (4,4%)
Vágar
Atlantsfarið 3.554.889
Tilsamans 3.554.889 (2,6%)
Suðuroy
Breiðanes 1.028.584
Grunnabarð 5.547.974
Gullberg 1.375.794
Sjagaklettur 1.361.549
Hamranes 1.024.904
Niels Pauli 1.041.624
Ran 3.290.759
Rankin 2.336.888
Steintór 1.041.624
Suðringur 2.336.888
Tilsamans: 20.386.589 (14,9 %)
Í alt: 136.697.712 (100 %)
Kelda Norðlýsið