Føroyingar eru líka familjukærir sum filipinarar (Rás2)

(Rás2) Í dag prátaði Stella Zachariassen við filipinsku Janice C. Danielsen í ensktmæltu sendingini "Home and Away"

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fjórða part av ensktmæltu sendingini "Home and Away", sum Stella Zachariassen er vertur fyri.

 

Í dag vitjaði Stella Zachariassen filipinsku Janice C. Danielsen, sum er gift við Høgna Danielsen. Janice og maðurin búgva á Argjum. 

 

Janice C. Danielsen stórtrívist í Føroyum, og hon virðismetir friðin og vøkru náttúruna. Hon heldur fyri, at føroyingar eru líka familjukærir sum filipinarar, og tað kennir hon seg aftur í.

 

Á minussíðuni viðgongur Janice C. Danielsen tó, at hon ikki dugir nóg væl føroyskt enn. At duga føroyskt er sera týdningarmikið fyri at fáa alt við, og tað ætlar hon avgjørt at fáa uppá pláss í framtíðini.