Føroyar samstarva við íslendingar á bókaframsýning

Ísland verður heiðursgestur á stóru Bókaframsýningini í Frankfurt á heysti í 2011. Íslendsku fyrireikingarnir hava, í samráð við mentamálaráðharran, boðið føroyingum ein framsýningarbás undir liðini av íslendska básinum, og soleiðis hjálpa føroyingum at gera vart við føroyskar bókmentir. Árliga bókaframsýningin í Franfkurt er ein tann størsta í heiminum.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinnan í Mentamálum, heldur, at Føroyar fáa stórt gagn av samstarvinum við íslendingar.

- Duga vit at standa saman og nýta hetta høvið at vekja útlendskan áhuga fyri føroyskum bókmentum, so vænti eg, at tað kann verða ein lopfjøl út í heim og vera við til at eggja okkara rithøvundum at leggja seg eftir at skriva fleiri nýggjar skaldsøgur, sum eg hoyri verða eftirlýstar og saknaðar í løtuni, sigur Helena Dam á Neystabø.