Eingi tekin eru um ov stórt bjartskygni í føroysku bankunum, heldur Váðaráðið.
- Útlánini hjá bankunum í mun til samlaða búskapin (BTÚ) hava verið lækkandi síðan 2008. Útlánsvøksturin hjá peningastovnunum er positivur, men vøksturin í útlánum til privatu vinnuna er minkaður síðan á sumri 2017, og vøksturin í útlánum til húsarhald hækkar eitt lítið vet, men er á einum lágum stigi. Samstundis vaksa innlánini í bankunum frá bæði vinnu og húsarhaldum. Har eru tí eingi greið tekin um ovurstóra kredittveiting frá føroysku peningastovnunum. Ferðin, sum útlánini til kommunurnar vaksa við, er nógv økt, men útlán til kommunur hava ikki sama kredittváða sum útlán til privata geiran, skrivar Føroya Váðaráð í tíðindaskrivi eftir triðja fund sín.
Váðaráðið ásannar, at gongdin í sethúsaprísunum gamaní líkist teimum príshækkingum á sethúsunum, ið vóru undan fíggjarkreppuni, men aðrir indikatorar, so sum útlánsvøkstur og útlán í mun til BTÚ, eru minni enn so á sama stigi, sum í 2006 til 2008.
- Bankarnir hava slakað kredittkrøvini. Tað sæst millum annað við, at sethúsaprísirnir eru hækkaðir skjótari enn tøka inntøkan. Meirrentan á nýútlánum er lækkað nógv síðan august 2015 til bæði húsarhald og vinnu, men hevur síðan á sumri 2017 verið støðug. Ein lækkandi meirrenta er tekin um økta kapping millum peningastovnarnar um útlánini og um, at kredittkrøvini eru slakað. Høgu sethúsaprísirnir kunnu tó vera ein váði hjá teimum, ið ogna sær bústað á fyrsta sinni, sigur Føroya Váðaráð.
Ráðið er komið til ta niðurstøðu, at í løtuni eru eingi greið tekin um, at systemiskir váðar verða bygdir upp í føroysku peningastovnunum.
Váðaráðið umrøddi eisini pensiónsuppsparingina hjá føroyingum og innlánini hjá kommununum
Samlaða pensiónsuppsparingin hjá føroyingum í pensiónsfeløgum og peningastovnum er um leið 7,2 mia. kr. Um uppsparing á pensiónskontum í bankunum, sum er 100% tryggjað við innskjótaragarantiskipanini, ikki verður tald við, er meginparturin av pensiónsuppsparingini (87%), plasserað í útlondum. At meginparturin av pensiónsuppsparingini er plasserað uttan fyri Føroyar, minkar munandi um váðan fyri at uppsparda pensiónin kann fara fyri skeytið, skuldi ein negativur stoytur rakt føroyska búskapin.
Kommunurnar hava við árslok 2017 eina skuldarbyrðu, sum er 21% (tað er bruttoskuld frároknað gjaldførið í mun til skattainntøkurnar). Samlaða skuldarbyrðan hjá kommununum er minkað, tí inntøkurnar hjá kommununum eru øktar lutfalsliga skjótari enn skuldin. Innlánini hjá kommununum hava verið støðugt vaksandi síðan 2014, og í august 2018 vóru samlaðu innlánini á leið 600 mió. kr. At innlánini hjá kommununum økjast er ikki tekin um systemiskan váða, men Váðaráðið ger vart við, at almennir myndugleikar ikki eru fevndir av innskjótaragarantiskipanini.