Føroya Sparikassi - roknskapur fyri 1. hálvár 1999

Roknskapur

Føroya Sparikassi - roknskapur fyri 1. hálvár 1999


Føroya Sparikassi hevði eitt úrslit uppá 24 mió. kr. áðrenn skatt, fyrra hálvár 1999. Hetta er 3,5 mió. kr. minni enn sama tíðarskeið í 1998, tá úrslitið var 27,5 mió. kr.


Inntøkurnar

Nettorentuinntøkurnar fyri fyrra hálvár 1999 gjørdust 73,3 mió. kr. móti 69,3 mió. kr. sama tíðarskeið í 1998. Hetta er ein vøkstur uppá 4 mió. kr. Hækkingin stavar partvís frá, at rentuinntøkurnar frá útláni hækkaðu 3,1 mió. kr., og at rentuútreiðslurnar til innlán og til áogn hjá lánistovnum minkaðu 3,5 mió. kr. Hinvegin minkaðu rentuinntøkurnar av lánsbrøvum og áogn í lánistovnum 3,4 mió. kr. Sparikassin hevur framt tvær rentulækkingar fyrra hálvár í ár; tann fyrra var tann 23. mars og tann seinna 1. mai. Inntøkurnar av ómaksgjøldum og provisiónumgjørdust 3,6 mió. kr. fyrra hálvár 1999 móti 2,5 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Sparikassin hevði eitt kurstap av virðisbrøvum og gjaldoyra uppá 7,4 mió. kr. Hetta er munandi størri enn í 1998, tá kurstapið var 950 tkr. Orsøkin er hækkandi longu renturnar í Danmark. Aðrar vanligar inntøkur gjørdust 247 tkr. hægri enn fyrra hálvár í fjør.


Útreiðslurnar

Útreiðslur til starvsfólk og umsiting gjørdust 47,9 mió. kr. móti 46,3 mió. kr. í fjør, ella ein minking upp á 200 tkr.

Aðrar rakstrarútreiðslur minkaðu úr 899 tkr. til 602 kr.


Tap og burturleggingar

Aftur í ár hevur Sparikassin afturført áður framdar burturleggingar. Fyrra hálvár 1999 vórðu afturførdar 5,1 mió. kr. móti 6,4 mió. kr. sama tíðarskeið 1998.


Javnin

Tann 30. juni 1999 var javni Sparikassans 3,947 mia. kr. Hetta er ein vøkstur uppá 282,9 mió. kr. í mun til somu tíð í fjør, tá javnin var 3,664 mia. kr. Vøksturin avmyndar væl tað økta virksemi í Føroyum, samstundis sum viðskiftafólkaskarin er vorðin størri. Lánsbrævagoymslan er áleið tann sama sum fyri einum ári síðani.

Útlánsprosentið er nú 88,5 móti 89,0 sama tíðarskeið í 1998.


Gjaldføri

Gjaldføri Sparikassans er sera gott. Tann 30. juni í ár var tað 1,003 mia. kr., meðan tað somu tíð í fjør var 982 mió. kr. Í mun til stuttfreistaðu skyldurnar er gjaldførið 79,7%, og í mun til samlaðu skyldur Sparikassans er gjaldførið 30,3%. Banka- og Sparikassalógin krevur at gjaldførið er 15% av stuttu skyldunum og 10% av samlaðu skyldunum.


Solvensur

Somuleiðis er solvensur Sparikassans sera góður. Hann er nú 29,89% móti 32,55% somu tíð í fjør. Banka- og Sparikassalógin krevur, at solvensurin er minst 8%. Eginognin er nú 678,1 mió. kr.


Útlitini fyri seinna hálvár

Sparikassin væntar, at nettorentuinntøkurnar verða heldur størri fyri 1999 enn í 1998. Men rentugongdin í Danmark í juli og august í ár benda á, at Sparikassin kemur at hava kurstap av virðisbrøvum, eisini seinna hálvár 1999.