Teir fýra menninir flýddu úr fangaleguni á amerikonsku herstøðini Bagram Air Base mánamorgunin. Síðani hava fleiri hundrað amerikanskir og afghanskir hermenn leitað eftir teimum, men til fánýtis.
Amerikanska herleiðslan hevur illgruna um, at menninir fingu hjálp frá fangavørðum, so teir kundu flýggja, og at ein bilur stóð og bíðaði eftir teimum.
Tríggir av teimum flýddu eru úr Sýrialandi, og tann er fjórði er úr Libya. Sambært amerikonsku herleiðsluni hava allir tilknýti yil yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. Hvussu leingi teir hava verið í fangaleguni á Bagram Air Base, vil herleiðslan ikki siga, men tað er greitt, at teir blivu tiknir í Afghanistan ella í Pakistan.
Amerikanskir fjølmiðlar siga, at tað kemur herleiðsluni illa við, at fangarnir eru flýddir. Amerikanararnir hava møtt altsamt harðari og harðari mótstøðu í Afghanistan í seinastuni, og fleiri hermenn hava latið lív. Tann 28. juni bleiv ein tyrla við 16 hermonnum skotin niður. Allir doyðu, og nakrar dagar seinni doyðu tríggir hermenn í einum skotbardaga við afghanskar uppreistrarmenn, skrivar Reuterrs. Í gjár varð líkið av einum amerikonskum hermanni afturat funnið nakað norðan fyri Kabul.









