Klaksvík:
Salurin í Atlantis er fullur av fólki. Úr hátalaranum hoyrist Leif Láadal í Útvarpinum, hann er í ferð við at fáa V4 dráttin avgreiddan.
Á pallinum í Atlantis sita nakrir tónleikarar klárir at taka yvir, tá V4 drátturin er liðugur. Útvarpsverturin, Gunnar Nolsøe, stendur púra klárur. Hóast talan er um beinleiðis sending og fullan sal, sær ikki út sum at teir heilt stóru nervarnir eru upp á spæl.
V4 drátturin er av, og tónleikararnir byrja at spæla. Eitt gott og flótandi byrjunarlag, og Gunnar byrjar so at tosa. Lógvabrestir hoyrast úr salinum, og so er støðið sett fyri einari beinleiðisundirhaldssending í útvarpinum.
Valið av luttakarum, sum Gunnar hevur gjørt, til hesa fyrstu sendingina, er væltroffið. Talan er um fólk, sum lutfalsliga eru kend í lokalsamfelagnum í Klaksvík, so harvið fangar hann áhoyrararnar, men hartil hava tey, kanska serliga talkshow-gesturin, Kristian Fríðrik Olsen, nógv gott upp á hjarta, sum ein og hvør kann seta seg inní. Óansæð hvar í landinum lurtarin býr.
Sendingin koyrir sum eftir ánni. Alt gongur upp á stás, og fólk lata eisini væl at aftaná. Gunnar fær nógv herðaklapp frá teimum mongu, sum lurtaðu í salinum. Eisini koma fólk, sum hava sitið heima og lurtað, ein túr í Atlantis at takka honum og hansara mongu hjálparfólkum.
Fýra sendingar
Gunnar sigur, at ætlanin í fyrstu atløgu er at gera fýra slíkar sendingar.
? Tær verða sendar komandi trý leygarkvøldini, og so fáa vit at síggja, hvussu tað hevur gingið, sigur hann og leggur afturat, at hann var sjálvur vælnøgdur við fyrstu sendingina.
Onkur barnasjúka var, sambært honum, men onki, sum ikki kann rættast til næstu ferð.
Sendingin komandi leygarkvøld býður upp á ein gest, sum eitur Ólavur Samson, skemtarin verður Øssur Hentze, sum mangan hevur staðið á palli í Atlantis fyrr og á tónleikarasíðuni verður tað antin Arnfríð Lützen ella Mása Tróndheim, sum fara at syngja.
Gunnar sigur, at orsøkin til, at tað bert eru fýra sendingar í fyrstu atløgu er, at hetta er ein roynd.
? Tað er altíð gott at kunna royndarkoyra eitt konsept, og tað meti eg, ein fær gjørt við fýra sendingum, sigur hann. Men dylir tó ikki fyri, at tað er væl hugsandi, at fleiri fara at verða seinni, um hetta eydnast væl.
Gamalt hugskot
Gunnar greiðir frá, at hugskotið um at gera eina beinleiðis undirhaldssending úr Klaksvík, er eitt gamalt hugskot. Hann hevur hugsað um tað í fleiri ár, men tað var ikki fyrr enn í vár, at hann veruliga fór undir at gera nakað við tað.
Tá so hugskotið varð lagt fram fyri leiðsluna í útvarpinum, vóru tey beinanvegin við upp á tað og hildu hugskotið vera gott.
Og nú ber so til at hoyra hetta hugskotið tey trý komandi leygarkvøldini afturat. Tað fyrsta livdi í øllum førum upp til sítt heitið, sum undirhaldssending.