Følsk skuldseting

Týskvøldið var ein ungur drongur á løgreglustøðini og boðaði frá, at hann varð álopin av átta dreingjum, sum vóru í svørtum klæðum og fjaldu andlitini aftanfyri hettur.

 

Løgreglutíðindi


Henda fráboðanin vísir seg ikki at vera røtt, og løgreglan hevur slept málinum.

Í tíðindaskrivi, sum Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sendi út til fjølmiðlarnar fríggjakvøldið, stendur, at talan var um eina misskiljing, og at fólk onga orsøk hava at ræðast, at ungir dreingir ganga við knívi í býnum.

Løgreglan hevði annars sagt fjølmiðlunum, at hon hevði ávísar persónar í kikaranum at byrja við, men tað vísti seg, at eingin hevði sæð hesar hettuklæddu unglingarnar, sum á alljósum degi skulu hava framt álopið.

Málið er nú lagt á hillina við tí orsøk, at einki hald er í fráboðanini, sum drongurin eftir øllum at døma sjálvur hevur funnið uppá.