Uttan iva eru hugsanirnar fleiri um hetta evni, og er ikki ætlan mín her at leggja meg út í nakað orðaskifti hesum viðvíkjandi.
Tó fer Hendrik Old sera lætt um sannleikan, tá hann skírir gomlu kongsjørðina at vera.. "almenna ogn líka síðan trúbótina."
Niðanfyri fari eg at endurgeva úr bókini "FØROYA SØGA 1. Úrdráttur úr stjórnarlagnum" útgivin í 1939 eftir Jóannes Patursson.
Hvat føroysku bøndurnir máttu gjalda í jarðarleigu til kong, stendur at lesa á síðu 81 í nevndu bók.:
citat.: "Kongsleigan var tó tann útreiðslan, sum ikki minni amaði landið. Greiniligir roknskapir alt frá árinum 1584 vísa á, at kongsgóðsið í Føroyum árliga mátti útreiða til Danmarkar:
4.750pund av smøri
8.000gærðaskinn (seyðaskinn við ullini á)
12.000pund í fløti
24.000pund í turrum fiski (ráskornum, greipaðum)
1.450pund í ull
220pund í fjøður
1.600alin av tvíhølvdum vaðmali
60lomb
Henda bókførda útreiðsla, sum verður at telja frá o.u. 1450, tá ið kongur tók jarðarinntøkurnar av tí føroyska bispastóli47, og til 1855, tá ið hesin avskurður varð skiftur um við pening og síðan hevur verið latin í peningi, er av kønum monnum við rentu og rentu av rentu roknaður í milliardir av krónum." citat endar.
Sum skilst var tað henda árliga útreiðsla í "loyvdi" bøndunum at gagnnýta føroyska tilfeingi.
Síða 82 í somu bók; nýtt citat.: "Í Dagblaðnum 5. aug. 1938 hevur navngivin maður ávíst, at um eitt annað land t.d. Danmark skuldi útreiða eina landskuld út av landinum í sama muni sum Føroyar, hevði lutur Danmarkar verið at lata árliga:
3.500.000pund í smøri
5.500.000seyðaskinn
9.000.000pund í fløti
175.000pund í fjøður
18.000.000pund í turrum fiski (greiðaum ella ráskorðnum)
1.000.000alin í tvíhølvdum vaðmali
1.000.000pund í ull
35.000lomb
uttan oyris virðið aftur fyri. Tað er ikki óhugsandi, heldur hesin rithøvundur fyri, at um ein tílík rúgva varð útreidd av Danmark á hvørjum árið í 3-400 ár uttan endurgjald, at tað tá ikki mundi verið so væl statt í tí nú so múgvandi Danmark, sum tað er." citat endað.
viðv. 47 stendur henda viðmerking.: "Mannasøgn er, at kongur ikki einans tók teir bóndagarðarnar undir seg, ið skattaðu til bispastólin, men at fútarnir eisini løgdu eftir óðalsgørðunum. Soleiðis skuldi allur Kollafjørður fara undir kong, ein hálvmørk undantikin, meðan Funningsbóndin við øksini í hond bjargaði Funningi. Henda frásøgn samsvarar brøvunum í ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn, har kongur m.a. 2 nov 1559 sigur frá at bøndur í Føroyum klaga um, at fútin koyrir teir av gørðunum. 5 mars 1565 áleggur teimum órættvísan skatt. 26 apríl 1568 at Anders Jute tekur (ejendommen) garðarnar frá bóndunum. Samanber eisini Lukas Debes, Færøernes beskrivelse; frágreiðingina um løgtingssendinevndina í 1662 til kong við kærumálum um óskilið við gørðunum, leiguni, yvirvekt, mutur, o.s.fr, sum Griffenfelt hjálpti til at avbøta við skipanini 16 apríl 1673. Henda mann, sigur Lukas Debes; føroyingar eiga at minnast so leingi Føroyar standa.
Hetta er endurgivið orðarætt. Eisini skal viðmerkast at henda bók kom út í 1939.
Hann, ið billar fólki inn at, tann føroyska kongsjørðin hevur verið almenn ogn síðan trúbótina, fer alt ov lætt um sannleikan. Undir øllum umstøðum varð hon ikki at rokna sum almenn FØROYSK ogn.
Nei, ov stór var henda inntøka fyri kong, at tá donsku bøndurnir vóru leysgivnir longu í 1786, lat kongur føroyingar trælka, enn sum fyrr, undir hesum ótrúliga okið.
So um Hendrik Old vil hava fólkaatkvøðu um einskiljing av jørðini, er ikki tá rættast at hann letur danir halda hesa fólkaatkvøðu, tí tað var danakongur, ið tók allan ágóðan av føroysku kongsjørðini hetta tíðarbil Hendrik Old umrøður.
Eitt er vist, framburðurin í danska landbúnaðinum tók ikki dik á seg, fyrr en bøndurnir vórðu loystir úr hafti í 1786. Teir duga tí at síggja virðið av frælsinum, og høvdu ongantíð aftur farið undir kong, tískil hevði úrsliti av hesi fólkaatkvøðu verið JA.
Eisini kann viðmerkast, at hvørki kongs- ella óðalshagi kann vitjast uttan bóndans loyvi. Ongum er loyvt at fara av almennari varðagøtu uttan loyvi frá jaraðareigaranum. (Her standa óðals- og kongsbøndur javnbjóðis í rætti.)
So tó at kongsjørðin er almenn ogn, er ikki harvið loyvið givið almenninginum at ferðast sum honum lystir.