Fólkatalið 1. mars var 48.589, 40 fleiri enn 1. februar. 47 børn vórðu fødd í februar meðan 31 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt sekstan. 57 fólk fluttu av landinum meðan 81 fluttu til Føroya. Nettoflytingin var sostatt 24. Í februar fluttu 140 fólk millum bygdir.
Talvan vísir broytingar í fólkatalinum í februar, býtt á økir. Fólkatalið minkaði í Eysturoy og Vága sýslu meðan tað vaks í hinum økjunum, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.