Almennir bygningar eru ikki nóg atkomuligir hjá fólki við rørslutarni.
Tað staðfesti Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, í tíðindunum á FM1 í gjár.
Hon vísir á, at vit hava eina kunngerð um bygningar, men tað er verri enn so altíð, at tað almenna sjálvt fylgir síni egnu kunngerð.
Í kunngerðini stendur, at Atkomu- og tilkoyringarøkir skulu gerast soleiðis, at fólk við rørslutarni kunnu nýta bygningin. Men tað er javnan, at hetta ikki verður hildið, og ein orsøk er, at tað er ikki óvanligt, at bygningar verða tiknir í nýtslu, áðrenn teir eru liðugir og góðkendir.
– Tað hendur seg ov ofta fyri, at almennir bygningar ikki gerast lidnir og tí ikki eru atkomuligir fyri øll. Almennir bygningar eiga tí ikki at verða tiknir í nýtslu, fyrr enn teir eru góðkendir, sigur Tóra við Keldu.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Tóru við Keldu greiða frá á FM1 í gjár.