- Hetta er ein øking uppá 85.000 kr. sammett við fíggjarætlanina fyri 2006, upplýsir Jørmund Foldbo, fíggjarleiðari hjá Heimamissiónini.
Av samlaða umsetninginum hjá hesi missiónsrørsluni, sum hevur høvuðssætið sítt í Nesvík, eru 3,7 mió kr. í gávum, meðan restin, 4,9 mió. kr. eru inntøkur av sølu.
Millum tær fyritøkurnar sum útvega fígging til Heimamissiónina er útleigan av leguhúsinum í Nesvík, málgagnið Trúboðin og Heimamissiónsforlagið, sum stendur fyri sølu av bókum, fløgum og øðrum.
Heimamissiónin hevur annars omanfyri 20 lønt starvsfólk, umframt fleiri frítíðarstarvsfólk. Aðalskrivari er Vagn Foldbo.