Fíggingargrunnurin skal spýta meira í landskassan

Landsstýrið roknar við at fáa munandi meira burtur úr Fíggingargrunninum frá 1992 næstu árini, sammett við í dag.

Endamálið við Fíggingargrunninum er at eiga partabrøvini hjá almennu Føroyum í BankNordik. Síðani lutvísu einskiljingina av táverandi Føroya Banka á sumri í 2007, hevur Fíggingargrunnurin átt 33,4 prosent av partabrøvunum í bankanum.

Sambært fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum fyri næstu fimm árini skal Fíggingargrunnurin útluta landskassanum 10 milliónir krónur næsta ár, og 25 milliónir krónur árið eftir, tvs. í 2015. Árini 2016-2018 skal útlutingin vera millum 25,7 og 27,3 milliónir krónur um árið.

Tá einasta endamál við Fíggingargrunninum frá 1992 sum nevnt er at eiga partabrøvini hjá tí almenna í BankNordik, so merkir tað alt annað líka, at landsstýrið roknar við at bankin fer at lata eitt rímuliga stórt vinningsbýti, eini 75-80 milliónir krónur um árið, til sínar eigarar næstu árini.

Aðalfundurin hjá BankNordik góðkendi í vikuni at luta út tilsamans 10 milliónir krónur í vinningsbýti fyri roknskaparárið 2012, svarandi til eina krónu fyri hvørt partabrævið. Ein triðingur av hesum pengum fellir tískil til Fíggingargrunnin frá 1992.