Eysturhøvdi fór at leka

20-tonsarin Eysturhøvdi úr Klaksvík mátti senda boð eftir hjálp mánadagin, tí sjógvur var í maskinrúminum. Hóast langt úr landi var vandi kortini ongantíð á ferð

Mánadagin mátti 20-tonsarin Eysturhøvdi úr Klaksvík senda boð eftir hjálp, tá manningin gjørdist greið yvir, at sjógvur var í maskinrúminum.

Eysturhøvdi var staddur út úr Mýlingi, tá teir sóu brekið, og teir gjørdu ikki mætari enn at senda boð eftir Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Av tí at verjuskipið Triton var nærri við har Eysturhøvdi lá, fóru teir til hjálpar.

Sambært Færøernes Kommando fekk Eysturhøvdi pumpur frá Triton, sum annars tók bátin upp á sleip og sigldi hann inn til Klaksvíkar.

Eigarin, Jógvan Lützen sigur við Sosialin, at teir enn ikki vita hvat tað er sum feilar umborð á Eysturhøvda.

? Vit hava roynt at finna út av hvat tað er sum er galið, men enn hevur tað ikki eydnast, sigur hann.

Jógvan Lützen sigur at tað er fult á tveimum av teimum trimum sleipistøðunum í Klaksvík. Báturin liggur tí á sjónum enn, men har er vakt umborð, og aðrar pumpur eru komnar umborð síðani báturin kom til Klaksvíkar.

Jógvan Lützen sigur, at hóast tað ikki ljóðar tespuligt, so var vandi ongantíð á ferð.

? Manningin gongur javnan niður í maskinrúmi, og tað var einum slíkum túri, at teir funnu út av, at motorurin oysti, sigur Jógvan Lützen.

Hann leggur afturat, at báturin fer útaftur tá brekið er funnið, og maskinrúmið er reinsað.

Tað eru fýra mans við Eysturhøvda