Eydna Justinussen er nýggjur fyrisitingarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tað boðar høvuðsstaðarkommunan frá á heimasíðu síni. Sostatt tekur hon við eftir Ingunn Eiriksdóttir, ið 1. desember tók við starvinum sum stjóri í Betri Trygging.
Eydna Justinussen er 46 ára gomul og búsitandi í Havn. Hon er útbúgvin Cand. polit. frá Københavns Universitet og hevur áður starvast sum fíggjarleiðari í Føroya Lívstrygging.
Nýggi fyrisitingarstjórin er ikki heilt ókend í nýggja starvinum, tí síðan 2011 hevur hon verið fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu og síðan november 2017 hevur hon verið fyribilssettur fyrisitingarstjóri í kommununi.
Sum fyrisitingarstjóri hevur Eydna Justinussen ábyrgd av Snarskivuni, KT-deildini, Starvsfólkadeildini og Fíggjardeildini.
Kommunan upplýsir eisini, at tað vóru 20 umsóknir til starvið sum fyrisitingarstjóri.