Í annaðkvøld klokkan 18, føroyska tíð, skulu Eyðun L. Samuelsen og Andreas F. Hansen, í eldin sum dómarar í eini av áttandapartsfinalunum í EHF Cup-kappingini hjá monnum.
Dysturin er millum týska TBV Lemgo og turkiska Besiktas JK, og verður spældur í Lipperlandhalle í Lemgo, miðskeiðis millum Hannover og Dortmund. TBV Lemgo vann EHF Cup-kappingina síðsta kappingarár, so hetta er ein dystur, har nógv stendur upp á spæl.
Altjóða uppgávurnar hjá Eyðuni og Andreasi hava annars verið nógvar í vetur, tí dysturin leygarkvøldið er teirra sjeyndi hetta kappingarárið. Umframt seks dystir í europeisku kappingunum fyri feløg, hava teir dømt ein landsdyst.