15. oktobur er altjóða dagur teirra blindu og tað fer Sjóndepilin í Føroyum eisini at varpa ljós á aftur í ár, eins og tey hava gjørt í nøkur ár nú.
Í ár gera tey hava eina máltíð í bølamyrkri á Hotel Runavík og tað verður hósdagin, fríggjadagin og leygardagin.
- Her fáa fólk, sum síggja, høvi til at koma inn í verð teirra blindu í nakrar tímar, sigur Blindafelagið.
Talan er um ena máltíð við trimum rættum, har tað eru blindir tænarar, sum borðreiða, men tað verður etið í bølamyrkri.