Tað hevur vakt stóran áhuga millum ferðandi, at Smyril Line hevur valt at sigla til og frá Esbjerg í vetrar- og vársiglingini. Fleiri fráferðir hava verið útseldar, sigur Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari á Smyril Line
Jákup Sverri Kass marknaðarleiðari hjá Smyril Line fegnast um, at Esbjerg sum ferðamál er somikið vælumtókt, at Norrøna flestu túrar seinastu mánaðirnir hevur havt fullsett á bildekkinum.
- Hetta er sjálvandi gleðiligt, hóast tað ikki merkir, at skipið siglir heilt fullsett hvønn túr, sigur hann.
- Í og við, at vit hava nógvan farm, so er ein yvirkapasitetur á ferðafólkaøkinum ? ella sagt við øðrum orðum, vit hava fleiri kømur enn vit hava bilpláss, sigur hann.
Smyril Line hevur tí valt at selja 100 ferðaseðlar á hvørjum túri til serprísin 1.500 krónur fram og aftur til ferðafólk, ið ikki hava bil við. Tilboðið, ið Smyril Line lýsir við í dag, er galdandi frá túrinum til Esbjerg í morgin og fram til 4. juni, tá Norrøna siglir seinasta túrin til Esbjerg á hesum sinni.
Tilboðið er tó eisini galdandi fyri fráferðir til Esbjerg frá 28. august til 3. september.