- Greiðar ábendingar eru um, at Føroyar trygt kunnu gerast partur av Europasamveldinum og samstundis varðveita føroyska fiskivinnupolitikkin og umsitingina av fiskatilfeinginum.
Tað slær Edmund Joensen fast, eftir at hann hevur havt óformellar samrøður við ES-kommiserin við ábyrgd fyri víðkan av ES, Olli Rehn.
Og júst vandin fyri at missa tamarhaldið og serliga ráðarrættin yvir fiskivinnupolitikkinum hevur verið høvuðsargumentið fyri, ikki at fara upp í ES.
Sambært fólkatingslimi Sambandsfloksins eru greiðar ábendingar um, at Føroyar hava góðan møguleika at gerast partur av ES, um vilji er til at arbeiða fyri hesum.
- Alt bendir á, at føroyskir myndugleikar fáa eina serskipan eins og Áland fekk tað, tá teir fóru upp í ES sum partur av Finnlandi, sigur Edmund Joensen.
Sonevnda Álendska modellið gevur Álandi serskipan í sambandi við tollfrían handil og fyri niðursetirætti. Serliga tollfríi handilin er ein grundarsteinur undir álendska búskapinum.
- Á sama hátt kunnu Føroyar fáa eina serskipan tá tað snýr seg um egnan fiskivinnupolitikk og egna umsiting av fiskiríkidøminum. Og eru ynskir um at serskipanin skal umfata onnur øki, kann saktans tingast um tað eisini, sigur Edmund Joensen.
Noregi og Ísland
Fólkatingslimurin sigur, at tað eru fleiri møguleikar fyri Føroyar og føroyingar um vit fara upp í ES. Sambært honum er einasta treytin hjá ES tann, at javnvágin, sum er millum Føroyar og ES í dag, verður varðveitt.
- Við ES-limaskapi hava vit til dømis fría atgongd til kanska heimsins størsta marknað. Hetta fer at geva okkum munandi størri møguleika fyri útflutningi, sum merkir størri inntøkur til Føroya og fleiri arbeiðspláss, sigur Edmund Joensen.
Hann heldur, at lagaliga løtan er júst nú. Ikki minst tí bæði Noregi og nú eisini Ísland hava víst áhuga fyri at fara upp í.
- Eftir at fíggjarkreppan tók seg upp í Íslandi, hava fleiri íslendskir politikarar nevnt ES-limaskap og evruna sum ein møguleika at sleppa burtur úr kreppuni, sigur Edmund Joensen.
Hann heldur, at ES møguliga er áhugað í at brúka ein føroyskan limaskap sum fordømi fyri Noregi og Ísland.
- Men vit eiga at bera skjótt av fyri at fáa flestar fyrimunir. Olli Rehn er kommiserur fyri ES-víðkan, og sum norðurlendingur kennir hann væl Álendska modellið, og hann kennir Føroyar. Men hann verður ikki kommiserur fyri ES-víðkan í allar ævir, vísir Edmund Joensen á.
Undirgrevur ikki
Tað er ein kend søk, at Sambandsflokkurin, og serstakliga Edmund Joensen, hevur verið heitur talsmaður fyri tættari knýti til ES, og róð var eisini upp undir, at Edmund Joensen við hesari framløguni av tí hann kallar »Nýggir møguleikar í Europa« leggur trýst á samgonguna um at fara upp í ES og sleppa EFTA-møguleikanum.
Men hesum vísir Edmund Joensen aftur.
- Hetta er heilt einfalt gjørt fyri at upplýsa um møguleikarnar hjá Føroyum at fáa limaskap í ES. Hetta, sum eg havi gjørt, er nakað, allir fólkatingslimir kunnu gera, og eg havi eisini undirstrikað, at talan er um óformellar samrøður við Olli Rehn, og at tað sjálvandi er landsstýrið, sum skal standa fyri teimum formellu samráðingunum, sigur Edmund Joensen.
Eisini floksformaðurin í Sambandsflokkinum og Føroya løgmaður, Kaj Leo Johannesen, vísti aftur, at talan var um at undirgrava myndugleikan hjá uttanríkismálaráðharranum.
- Talan er bara um upplýsingar, og tað hevur Edmund Joensen fullar rætt til sum fólkatingsmaður, sigur Kaj Leo Johannesen.
Á tíðindafundinum undirstrikaði Edmund Joensen, at fundurin bert var fyri fjølmiðlarnar, hóast politikarar eisini vóru møttir. Og Høgni Hoydal slapp ikki at seta spurningar, sjálvt um hann segði seg umboða heimasíðuna hjá Tjóðveldi!