Hetta er álvarsligt fyri flokkin sum gekk á odda fyri mótstøðuni móti ES-limaskapi. Hóast veljararnir í stórum flokkum hava valt aðrar flokkar hesaferð, so meinar flokksleiðarin, Anne Enger Lahnstein, at glottar eru fyri framman. Um Sentrumsalternativet eydnast í síni ætlan, og fær skipa eina stjórn í heyst, so er tað Anne Enger Lahnstein sum er arkitekturin aftanfyri hesa stjórn. Miðflokkurin tók stig til at Kristiligi Fólkaflokkurin, Vinstri og Miðflokkurin skuldu bjóða seg fram til at avloysa Thorbjørn Jagland.
Fyri Miðflokkin er tað tí av stórum týdningi at hendan ætlan eydnast.
Sjálv sigur Anne Enger Lahnstein, at høvuðsorsøkin til at flokkurin tapti hetta valið, var at tey málini sum flokkurin valdi sum høvuðsmál í valstríðnum druknaðu í orrustuni millum Thorbjørn Jagland og Carl I. Hagen.