Vit eru rúkandi ósamd um nógv. M.a. um ta vandakós, sum høgrasamgongan hjá Jørgeni & Jenisi, Kaj og Kára føra Føroyar á. Vit kunnu eisini vera ósamd um tann pástandin, at Føroyar eru eitt av bestu londum í heiminum at liva í. Tað velst jú um, hvat tú leggur dent á, ella júst hvussu tín lívsstøða er.
Tað skerst tó ikki burtur, at í altjóða samanberingum liggja Føroyar í fremstu røð saman við hinum Norðanlondunum, tá tað snýr seg um tey mest avgerandi mátini fyri góðum lívskorum.
Høvuðseyðkenni fyri eitt vælferðarsamfelag er, at tað kann tryggja øllum sínum borgarum:
• grundleggjandi livikor (føði, klæði og býli)
• trygd móti vinnuloysi, sjúku, fátækt og kúgan
• javnbjóðis møguleikar til inntøku og persónliga menning
Nógv lond rokna seg fyri at vera vælferðarsamfeløg. Men tær grundleggjandi skipaninar kunnu vera sera ymiskar: Við høvuðsdenti á felags, samhaldsfasta fígging - ella á einstaklingatryggingar og privatar felagsskapir. Tað kunnu vera rættindi fyri øll – ella avmarkað til tey neyðstøddu. Tað kunnu verða veitingar á høgum endurgjaldsstøði – ella olmussuskipanir, ið seta fólk út á sosiala útjaðaran.
Hvat er so serligt við norðurlendska vælferðarsamfelagnum?
Tá vit tosa um “norðurlendska vælferðarsamfelagið”, eru hesi høvuðseyðkenni:
• allir borgarar, høg eins og lág, eru fevndir av universellum rættindum til vælferðartænastur á jøvnum, høgum støði
• við felags, samhaldsfastari fígging, í størstan mun yvir skattin
• við útjavnandi umfordeiling millum háinntøkur og láginntøkur
• við avtaluskipaðum, familjuvinarligum og rúmligum arbeiðsmarknaðarpolitikki
• við sosialum kapitali í sínámillum áliti millum borgarar, feløg, fyritøkur og stovnar at samstarva um felags loysnir
Tað er eftir hesum meginreglum vit áhaldandi stremba eftir tí góða samfelagnum, at tað skal fevna um okkum øll – ein politisk og samfelagslig stremban eftir tí , sum Hanus Kamban so vakurt lýsti sum “Samhugans Ríki” í síni fínu kronikk, “Tað góða lívið”, í Sosialinum t. 23. nov.
Munur á londum og lívskorum
Millum øll tey nógvu altjóða mát, ið eru um lívskor í ymiskum londum, er her bara pláss fyri nøkrum fáum. Tey byggja á tilfar frá “The Equality Trust Fund” (sí mína síðstu tíðargrein um “fíggjarliga waterpassið” og sosialvísindaliga verkið hjá Wilkinson og Pickett).
Fyrsta myndin lýsir hvussu javnt ella ójavnt inntøkubýtið er í samfelagnum. Norðanlondini skilja seg burturúr. Fyri Japan er orsøkin tað sjáldsama javna lønarlagið heldur enn útjavnandi skattaskipanir.
Næsta myndin lýsir hvussu londini standa seg í hesum grundleggjandi førleikanum, at skapa góð barnalívskor. Her hava vit vísitalið fyri barnavælferð hjá ST-stovninum UNICEF, og aftur her eru Norðanlond millum tey bestu.
Triðja myndin er um barnadeyðiligheit. Tað hava eg tikið aftrat fyrru myndini um barnavælferð, tí har eru Føroyar ikki við. Men tað eru vit her. Barnadeyðiligheit er annars eitt tað besta mátið fyri barnavælferð og samfelagsdygd.
Fjórða myndin er eitt dømi um tann sosiala kapitalin, íð er í álitinum borgaranna millum. Her hava vit tíverri ongar upplýsingar úr Føroyum, men ikki undrunarvert liggja Norðanlondini ovast.
Fimta myndin sigur nakað um, hvussu vit raðfesta sosialu skipaninar, fyri børn og ung, pensjonistar og gomul, arbeiðsleys, sjúk, førleikaskerd og fólk í sosialum trupulleikum. At Noreg liggur lutfalsliga lágt kemur av, at roknað verður í mun til ovurhondsstóru norsku bruttotjóðarúrtøkuna m.a. frá oljuvinnuni. Verður roknað pr. íbúgva, liggur Noreg ovast.
Arbeiðsmarknaðurin er eisini serstakur í Norðanlondum. Onga aðrastaðni er so alstórur partur av fólkinum virkin á arbeiðsmarknaðinum. Fyri Føroyar er enntá so, at vit standa fremst av Norðanlondunum, við tí størsta vinnutíttleikanum, bæði fyri menn og kvinnur! Haraftrat kemur, at ongastaðni eru tey eldru virkin á arbeiðsmarknaðinum so langt upp í árini, sum í Føroyum.
Hvat kann orsøkin vera?
Tað kemst ikki uttanum, at eftir altjóða samberingum standa Føroyar og hini norðanlondini seg sera væl, tá tað snýr seg um eitt javnt inntøkubýti og tey ymisku mátini fyri livikor og vælferð.
Orsøkirnar eru fleiri. Men nøkur viðurskifti kunnu takast fram:
• Lønarlagið í Føroyum er nógv javnari enn aðrastaðni. Hóast tað er farið nakað á glið hesi seinastu árini, so er tað enn so, at vit góðtaka ikki teir stóru ójavnarnar í lønunum.
• Stór umfordeiling yvir skattin – heilt fram til høgrasamgongan upp undir jól í fjør gjøgnumtrumfaði tann asosiala flatskattin og tjóvaríið av framtíðar pensjónsskatti - við veldugari umfordeiling frá láginntøkum til háinntøkur. Her fara vit at síggja ein størri ójavna, tá nýggj inntøkuuppgerð kann gerast úr 2012-tølunum.
• Flest øll í Føroyum eru fevnd av arbeiðsmarknaðinum, sum nevnt omanfyri, og tí eru eisini færri, ið liva av stuðuli og veitingum í Føroyum enn aðrastaðni.
• Og so hava vit sterkar sosialar skipanir á høgum norðurlendskum stigi.
Undir øllum hesum liggur eisini tann stóri samfelagsligi tættleikin í Føroyum, ið gevur ein serstakan sosialan hita og ábyrgd av hvørjumøðrum. Hetta kemur lutvíst av fysiska nærleikanum í tí sera lítla, ikki-býargjørda samfelagnum. Og lutvíst av sterkum felagsligum og samhaldsføstum traditiónum, ið hava sín uppruna í tørvinum fyri at skipa seg í felag fyri at kunna lívbjarga sær undir so sjáldsama kørgum náttúrugivnum lívsfyritreytum sum í Føroyum.
Enn er samhaldsmegin sterk í Føroyum. Tann stóri spurningurin er, hvussu hon kann vikna og undirgravast av asosiala spjaðingarpolitikkinum hjá høgrasamgonguni.
Baksíður av medaljuni
Hóast føroyska samfelagið stendur seg væl í altjóða samanberingum um lívskor og vælferð, so eru viðurskifti, vit ikki kunnu rósa okkum av. Í inntøkuuppgerðini hjá Hagstovuni fyri 2010 eru lýsingar av samfelagsbólkum, sum ikki fáa sama góða lut í vælferðini, sum hini. Har verður staðfest, at serliga tríggir samfelagsbólkar eru verri fyri, við at ein størri partur av teimum liva í fátækraváða, enn aðrir:
• stakir forsyrgjarar,
• tey eldru, pensjonistarnir
• og lutvíst eisini smábarnafamiljur.
Hugstoytandi er, at hóast hetta varð staðfest longu í kanningini í fjør vár, og aftur endurtikið við kanningini síðsta vár, so møtir hesin veruleikin bara politiskari líkasælu frá landsins leiðslu.
Sjálvbodna tiltakið “Í menniskjum góður tokki” setir ljós á truplu støðuna hjá hundraðtals familjum, ið liva á samfelagsins skuggasíðu. Tiltakið avdúkar, at her røkka okkara vælferðarskipanir ikki til. Men heldur ikki í hesum føri letur politiska skipanin við seg koma. Tann stóri innsatsurin og undirtøkan frá borgarum, felagsskapum og fyritøkum er hinvegin eitt tekin um, at fjøldin av føroyingum setir bæði ítøkiligan sosialan samhuga og hugmyndina um “samhugans ríki” høgt.