Erdogan lovar í frið og náðum at leggja frá sær tapir hann valið

Forsetin í Turkalandi, Erdogan, lovar at lata valdið frá sær friðarliga, um hann tapir forsetavalið í morgin.

 

Turkiski forsetin, Tayyip Erdogan. Í morgin er forsetaval í Turkalandi Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, lovar eitt friðarligt valdsskifti, um hann tapir forsetavalið í morgin.

Tað segði hann í eini sjónvarpssending í gjár, skrivar tíðindastovan NTB.

– Vit koma til valdið á fólkaræðisligan hátt her í Turkalandi. Um tjóðin sigur nakað annað, enn at eg skal halda fram, so geri eg tað, sum fólkaræðið krevur. Tað er ikki annað at gera, segði Erdogan.

Sambært NTB stúra fleiri turkar fyri, at Erdogan ikki fer at lata valdið frá sær, um hann skuldi tapt valið.

Men tað er eingin orsøk at stúra, segði forsetin í samrøðuni í gjár.

– Fólksins vilji kann ikki setast til síðis.

Samstunis vissaði Erdogan um, at vongur hansara fer at góðtaka valúrslitið – líka mikið, hvussu úrslitið verður.

Erdogan hevur verið forseta í Turkalandi síðani 2014.

Fyri ta tíð var hann forsætisráðharri. Tað var hann frá 2003 til 2014.

/ritzau/

 

 

Turkiski forsetin, Tayyip Erdogan. Í morgin er forsetaval í Turkalandi Dylan Martinez/Reuters/Ritzau Scanpix