Nógv verður tosað um at lækka skattin í Tórshavnar Kommunu, men er rúm fyri hesum? Svarið er avgjørt ja!
Seinastu tíggju árini hevur Tórshavnar Kommuna riðið á einum fíggjarligum alduryggi. Inntøkurnar eru voksnar ár um ár. Kortini er skattaprosentið hækkað og kommunan er munandi meira skuldarbundin enn tá Javnarflokkurin og Tjóðveldi komu til valdið.
Sambart kommunala rokniskapinum er inntøkan hjá kommununi síðani 2005 voksin við 260 mió. kr. Í 2005 var skattaprosentið 18,75 og árliga inntøkan 480 mió. kr. Nú tíggju ár seinri er skattprosentið 19,75 og inntøkan 740 mió. kr. Tvs. at árliga hevur kommunan nú 260 mió. kr. fleiri at reka kommununa við.
Sjálvsagt er krónan ikki so nógv verd, sum fyri tíggju árum síðani, men 260 mió.kr. er fleirfalt tað, ið prístalið er hækkað hesi árini, harafturat er kommunanan nú skuldarbundin við gott 80 mío.kr.
Øll eru vit samd um, at sera lætt er fari um skattakrónurnar, og tað er vandin, um meira enn nokk er at taka av.
Tað er avgjørt rúm fyri at lækka skattin við minst einum skattaprosenti. Eitt skattaprosent svarar til 30 mió.kr., so um skatturin aftur verður 18,75 verður meirinntøkan um 230 mió.kr. so har er avgjørt rúm fyri skattalætta.
Tað gevur lítla meining, at borgarin ikki skal hava gleði av teim góðu tíðunum, tí kommunan við øktum skattatrýsti tekur ágóðan frá teimum.
Peningurin liggur altíð best í lummanum hjá honum, ið hevur vunnið hann!
Jan Christiansen
Valevni á lista A
Fólkaflokkurin










