Er hetta drápsmaðurin?

Bretska ákæruvaldið vil hava russar at útflýggja Andrej Lugovoj, tí tað heldur, at tað var hann, sum eitraði Alexander Litvinenko í november í fjør.

Fyrrverandi KGB-yvirmaðurin Alexander Litvinanko doyði í London 23. november, og líkskoðanin avdúkaði, at hann var vorðin eitraður við geiðslavirkna evninum polonium-210. Síðani hava bretar roynt at kanna, hvør gav honum eitur, og teir hava illgruna um, at tað var ein annar fyrrverandi yvirmaður í KGB. Hesin maðurin eitur Andrej Lugovoj.

Kanningarnar hjá bretska ákæruvaldinum hava avdúkað, at Andrej Lugovoj og Alexander Litvinenko hittust fýra ferðir í fjør. Tað er eisini komið undan kavi, at Andrej Lugovoj fór við flogfari úr Moskva til London eina viku, áðrenn Litvinenko bleiv eitraður, og at teir báðir hittust á einum hotelli dagin fyri, Litvinenko gjørdist sjúkur.

Men Andrej Lugovoj noktar seg sekan.

-Eg hevði einki við hatta at gera, sigur hann við bretska blaðíð The Guardian. Ein ónevnd stjórnarkelda sigur fyri blaðnum, at Bretland fer kortini at biðja um at fáa Andrej Lugovoj útflýggjaðan úr Russlandi, men at stjórnin væntar, at so fara russar at biðja um at fáa ríkmannin Boris Berezovskij útflýggjaðan úr Bretlandi.

Boris Berezovskij hevur búð í Bretlandi tey seinastu árini, og russisku myndugleikarnir vilja vera við, at hann hevur givið boð um at beina fyri fleiri russum í London. Russar hava eisini sett hann í samband við morðið á Alexander Litvinenko.