Vandi er fyri, at enski landsliðsvenjarin, Sam Allardyce, missir starvið, eftir at hann á loyniupptøkum greiðir frá, hvussu ein kann bróta reglurnar hjá enska fótbóltssambandinum um sølu og keyp av spælarum.
Tað er enska blaðið The Telegraph, sum í gjárkvøldið almannakunngjørdi eitt filmsbrot frá eini samrøðu við Sam Allardyce.
Í filmsbrotinum greiðir enski landsliðsvenjarin frá, hvussu ein kann snúgva sær uttan um reglurnar hjá enska fótbóltssambandinum viðvíkjandi keyp og sølu av spælarum. Eisini happar hann undangongumann sín Roy Hodgson og hjálparvenjara hansara Gary Neville. Harumframt skal hann hava forhandla seg til eina avtalu verda fýra milliónir krónur í egnan lumma.
Tíðindafólkini frá The Telegraph søgdu seg vera handilsmenn, sum høvdu samband við íleggjarar í fjareystri.
Enska fótbóltssambandið hevur sett seg í samband við The Telegraph og biðið um, at fáa alt tilfarið frá enska blaðnum, so fótbóltssambandið kann kanna málið.
Sam Allardyce tók við starvinum 22. juli í ár. Samrøðurnar eru gjørdar eftir hetta.
Enskir viðmerkjarar eru á einum máli um, at hetta kann fáa álvarsamar fylgjur fyri landsliðsvenjaran. Eingin ivi er um, at trúvirði hjá enska landsliðsvenjaranum er ógvuliga skalað.