MTV European Music Awards
Hetta hevur hjálpt nógvum søkum at koma fram. Hetta var tó ikki neyðugt hesuferð, tí vinnarin varð Bob Geldof, og hann hevur í stóran mun verið í fokus í ár.
Tað var Madonna, ið handaði virðislønina, og hon kallaði millum annað Geldof sína hetju og ein mann, ið torir at fara niður í skotgrøvirnar og berjast fyri tí søk, sum hann trýr uppá og sparkað reyv fyri hesi søk. Hann virkar hvønn dag fyri at gera heimin betur, segði Madonna
Í grundgevingini segði MTV at 30.000 afrikanarar doyggja um dagin av fátækradømi, og við Live Aid og í ár Live 8 hevur Geldof minkað hetta tal.
Bob Geldoff var øgiliga glaður fyri virðislønina Hetta er ein virðisløn, sum merkir nakað, segði hann, og greiddi frá, at tá hann byrjaði við Live Aid var MTV seks mánaðar gamalt. MTV avgjørdi beinanvegin, at poppur ikki bert er góður dansitónleikur, men eisini kann broyta heimin.Síðan tá hevur MTV barst saman við honum fyri at broyta heimin, og 2. juli í ár á Live 8 eydnaðist tað endiliga. Hungur kom á politisku dagskránna, og nú er týdningarmikið, at vit øll, minnast til at halda okkara politikarum føstum í teirra lyftum, tí fátækradømið í Afrika má enda.