Elverkið í Botni umvælast fyri 14 mió

Arbeiðið byrjar tann 15. apríl og skal verða liðugt 1. september í ár. Gamla betongrørið verður útskift við stálrør og øll tann elektrotekniska útgerðin á orkustøðini verður skift eisini

ÓLAVUR Í BEITI


Elsta elverkið í landinum, Eleverkið í Botni í Suðri, sum var bygt í 1921, skal nú setast í stand, og gamla betongrørið við stáli í skiftast við eitt stálrør. Arbeiðið byrjar tann 15. apríl og skal verða liðugt tann 1. september í ár, sambært stjóranum í SEV, Klæmint Weihe.

Øll útgerðin er longu bíløgd, og er tað Møller Energi úr Noregi, sum letur tað 650 metur langa stálrørið, 600 millimetur í diametur, og leggur tað, meðan føroyskar fyritøkur fara at gera annað arbeiði í samband við nýggja rørið, t.d. at stoypa nýggju stabbarnar til rørið frá Rykisvatnið og oman til Elverkið í Botni.

Arbeiðið at útskifta elektroteknisku útgerðina á orkuverkinum verður SEV at standa fyri. Samlaði kostnaðurin av hesi nýgerð av Elverkinum í Botni í Suðri kemur at kosta einar 14 mió. kr.

Elverkið í Botni, sum kom uppí SEV í 1963, letur 5 mió. kWh í miðal árliga, sum er 1/4 av samlaðu nýtsluni í Suðuroynni.