Í næstu undanbrekkuni kom hann tó eftir, at framhjólið var punkterað, og tí ikki veruliga kundi stýra súkkluni. Men tá var ov seint, sum Eli sjálvur tók til.
- Eg visti tað nøkur sekund áðrenn fallið, at tað fór at enda galið. Og tey sekundini eru helst tey truplast. Tað einasta, sum eg kundi gera, var at leita eftir eini bleytari lending, men hon var so ikki at finna, helt hann.
Føroyski súkklarin slapp tó toluliga væl frá óhappinum. Armurin varð kanska nakað illa skamfílaður, men talan var ikki um brot, og tí var nóg mikið at reinsa sárini og leggja bind á. Men sjálvur roknar Eli tó við, at hann ikki súkklar meira á leikunum, har tíðarkoyringin enn er eftir.