Eivør og Lennart Ginman, sum saman hava gjørt eitt áhugavert tónleikaprojekt, koma til Føroya leygarkvøldið tann 5.oktober.
Tey spæla konsertir í Danmark til seinast í september mánaða, koma til Føroya at spæla eina konsert í Mentanarhúsinum og fara síðani víðari á konsertferð einaferð seinni í oktober.
Hetta er tískil einasti møguleiki fyri at hoyra nýggja projekti í Føroyum á hesum sinnið.
Torført er at seta orð á tónleikastílin hjá Eivør & Ginman After Dark, men tað er onkursvegna myrkur, elektro popp jazzur ið hevur eitt vet av David Lynch yvir sær.
Lennart Ginman er mest kendur fyri arbeiði hann hevur gjørt saman við Steen Jørgensen frá Sort Sol, Ginman/Jørgensen og so hevur hann arbeitt saman við nønvum sum Thomas Blachman, Steffen Brandt, Tina Dickow, Cæcilie Norby og mongum øðrum. Eisini hevur hann fingið fleiri stórar viðurkendar prísir fyri sítt arbeiði sum produsari, bassistur og komponistur.
Konsertin verður í Mentnarhúsinum leygarkvøldið 5. oktober klokkan 20.00