Ummælarin hjá jp.dk er sera jaligur, tá hann skrivar um endan á konsertini hjá danska trubadurinum Sebastian, ið fekk vitjan á pallinum av Eivør.
Ummælarin tosar um ein søguligan tónlistarligan fund. Hann skrivar m.a. : Hvor kunne de musikalsk pynte på hinanden [...] samspillet mellem den unge lyse, tynde og lidt rebelske sangerinde fra øerne mod nord og den mere satte, fyldigere og enormt rutinerede sanger fra fastlandet kunne sikkert skabe gnister til stjernestunder. Dertil kommer mødet mellem fremtidens og fortidens stjerne inden for folkemusikkens sangskriveri.
Konsertin hjá Sebastian var, inntil Eivør kom á pallin rættiliga góð, tó ikki tann besta hjá danska trubadurinum. Men tá Eivør kom á pallin til endans í hansara konsert, kom ein eyka dimensión yvir framførsluna. Klokkureina røddin hjá Eivør víðkaði um upplivingina av sangunum hjá Sebastian, skrivar ummælarin m.a.
Ummælarin nemur eisini við framførsluna hjá Eivør kvøldið fyri, og henda konsert fær somuleiðis rós. Konsertin var skiftandi frá stillum akustiskum til symfoniskt rokkandi, og ummælarin samanber hetta við symfoniska rokkin hjá Sebastian í gomlum døgum.
Hann saknar tó Bill Bourne, ið var við Eivør á konsertini á Tønderfestivalinum í fjør, tí hesin fekk stýrt talentinum hjá Eivør rættan veg. Songkvinnan kann so nógv og vil so nógv, men manglar yvirblikkið til at stýra hesum, heldur ummælarin.
Serliga er tað stóra nýtslan av orðleysum sangi, ið ummælarin helt, vera ov nógv av tí góða: På den ene side blev der malet flotte og dramatiske stemningsbilleder med de forskellige instrumenter, på den anden side ville Eivør så gerne demonstrere sin store stemmepragt. Det skete med ordløs sang i de højeste toner, men når man har oplevet det to-tre gange, har man lige som fået nok., hetta er ikki ókendur kritikkur av Eivør og sama skoðsmáls, sum hon fekk frá okkum á G!Festivalinum.