Høgni Hoydal
Nýggjársrøðan hjá løgmanni var sum tað nógva av fýrverkinum á nýggjárinum: Ein roynd at senda eitt sindur av glitri upp í loft, eitt sindur av royktámi og eitt sindur av físi. Tað kostar nógv, men aftanfyri er onki, og tað fellur skjótt til jarðar.
Haldi, at løgmaður misnýtir nýggjársrøðuna til at gera politiska propaganda fyri einum landsstýri, sum ongan politikk hevur og sum hevur sent neyðrakettir út alt undanfarna árið.
Tolsemi og samfelagið fyri øll?
Løgmaður tosaði væl um millum annað um tolsemi, fjølbroytni og eitt samfelag fyri øll. Men hansara egna landsstýri hevur rikið útlendingar av landinum og økir við sínum fíggjarpolitikki og skattapolitikki stættarmunin í Føroyum hvønn dag.
Vit hava jú eitt landsstýri, sum tekur frá teimum fátæku og gevur teimum ríku. Uppá tvey ár, hava teir brúkt alt tað, sum vit spardu upp undanfarnu árini og brúkt tað til tey, sum frammanundan hava mest.
Læntir fjaðrar
Løgmaður vísir á nøkur positiv viðurskifti í búskapinum og í samfelagnum. Men tað positiva, sum hann tekur fram, er alt framt av einum vinnulívi, sum hevur stríðst fyri at standa á egnum beinum, hóast hetta landsstýrið hevur verið væl á veg aftur í studningspolitkkin. Harafturat eru tey almennu tiltøkini, sum løgmaður tekur fram, øll framd í undanfarna landsstýri: Nýggi Smyril, útbyggingar í landinum, íslandssáttmáli og eitt blómandi mentanarlív.
Hetta landsstýrið hevur ikki framt nakað nýtt tiltak. Tað hevur tvørturímóti steðgað skúlabygging, skert mentan og gransking og so seint sum fyri tveimum vikum síðani atkvøddi samgongan hjá løgmanni ímóti øktum játtanum til musikksskúlan, tjóðpallin, mentanargrunnin og gransking.
Torvmold í eyguni
Løgmaður kann ikki vísa á nakað mál, sum hetta landsstýrið hevur framt. Men hann roynir framvegis at kasta torvmold í eyguni á fólki við at tosa um yvirtøkulógir og uttanríkispolitiskar heimildir hóast tað er greitt, at hesar lógir hava skumpað okkum langt afturum heimastýrislógina.
Tildømis vita vit, at Íslandssáttmálin hevði ongantíð verið framdur, um hann ikki varð gjørdur áðrenn hendan sonevnda uttanríkispolitiska heimildarlógin kom í gildi.
Vit vita, at alt tos hjá løgmanni um EFTA og altjóðagerð í dag verður forðað av júst hesum sambandslógunum, sum vórðu skrumblaðar ígjøgnum løgtingið á miðjari nátt.
Kongeriget Danmark
for så vidt angår
Færøerne til ST
Og so kom løgmaður við eini nýggjheit, sum má metast sum eitt tað størsta álopið á føroysku fullveldisrørsluna í nýggjari tíð: Hann boðar frá, at hendan sonevnda uttanríkispolitiska lógin nú er fráboðað ST.
Tað merkir, at løgmaður hevur góðtikið, at danska stjórnin hevur boðað altjóða samfelagnum frá, at vit eru Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne at vit bert eru húskallar og fulltrúar hjá Danmark. At vit ikki kunnu gera avtalur við onnur lond, um tað gongur ímóti donskum áhugamálum og at Danmark hevur evsta valdið yvir øllum føroyskum viðurskiftum við umheimin
Hetta er hent uttan at Føroya fólk er spurt ella nakar veit, hvat gongur fyri seg. Og so dittar løgmaður sær at sita og fortelja Føroya fólki at okkara sjálvsavgerðarrættur er staðfestur.
Nakað munnu tey flenna niðri í forsætisráðnum í dag. Danska stjórnin hevur fingið júst tað, sum hon hevur ynskt eftir, og so fær hon ein føroyskan løgmann til at sita og gleðast um tað í eina nýggjársrøðu
Løgmansrøðan sigur okkum so mikið, at 2006 eigur at gerast árið, har føroyska fullveldisrørslan ger upp við sambandspolitikkin hjá løgmanni og ikki letur seg rura í svøvn av fýrverki, royki og físum.