16 mánaðar gamla smágentan, sum saman við mammu síni og tveimum systrum, sjey og fýra ára gomlum, endaði í sjónum í Tromsø næst seinasta mánadag, er nú flutt av Ríkissjúkrahúsinum í Oslo til Universitetssjúkrahúsið í Norðurnoregi.
- Gentan er í fyrstu syfti úr lívsvanda, og viðgerðirnar fara at halda fram á Universitetssjúkrahúsinum, veit løgreglan í Tromsø-økinum at siga.
Eins og mamman og hinar báðar systrarnar, var hin 16 mánaðar gamla smágentan lívleys, tá bjargingarfólk høvdu fingið hana upp úr sjónum. Sama var við mammuni og sjey og fýra ára gomlu systrunum.
Mamman varð staðfest deyð sama kvøld, sum syrgiliga hendingin fór fram, og tíðliga morgunin eftir varð hin sjey ára gamla eisini staðfest deyð. Síðan varð hin fýra ára gamla staðfest deyð hósdagin eftir.
Tað var eitt fólk, sum kom fram við, har ein tómur barnavognur stóð, ið boðaði løgregluni frá. Illgruni var um, at okkurt álvarsamt var hent, tí fótaspor vóru í kavanum frá vogninum og oman til sjógvin, og eisini lógu onkrir barnastivlar í kavanum.
Mamman, sum var ættað úr Sudan, hevði henda dagin verið uppi í roynd fyri innflytarar í norskum máli og tey, sum vita um hana at siga henda seinnapart, dugdu ikki at síggja, at hon ikki hevði tað gott.
Tó at mamman ikki er á lívi, er hon skuldsett fyri dráp og drápsroynd, tí løgreglan metir, at hon hevði ábyrgd av syrgiligu hendingini. Saman við manninum, sum eisini er ættaður úr Sundan, búðu tey í einari íbúð í Tromsø.