Trongisvágur: Klokkan er ikki seks henda mikumorgunin í farnu viku, tá Kamma vaknar.
Hon vaknar ikki av tí at sólin bakar á kamarsvindeygað, ella tí at veðrið er gott, ella tí at hon er útsvøvnt. Nei, Kamma vaknar ikki bert av einari pínu, men av pínum: Teirri sálarligu sum depressjónin gevur henni. Og teirri likamligu sum fibromyalgi'in gevur henni.
Hóast hon orkar illa upp, so fer hon kortini á føtur henda morgunin. Hon veit, at tað ringasta er at fara á føtur á morgni. Men Kamma veit eisini, at tað plagar at lætna út á dagin.
Í dag kann hon kortini gleða seg til eina stórhending í oynni. Um kvøldið verður fyrilestur í Skúladeplinum í Hovi um júst hennara sjúku. Tað er nevniliga felagið Sinnisbati sum skipar fyri hesum fyrilestrinum, sum ein part av arbeiði teirra at upplýsa um depressjón.
Tað kundi tað sama verið Kamma sum greiddi frá eitt langt lív við depressjón. Men í kvøld fer hon at lurta við áhuga eftir tí, sum Regin Jóanesarson úr Vestmanna fer at greiða frá.
- Ja, eg veit alt um, hvussu ringt tað er at hava depressjón. Man følir seg sum eitt stórt null. Man er full av negativum tankum. Man orkar ikki at fara upp um morgunin, men vil bara verða verandi í songini. Og tað ger tað heldur ikki betri, at hvør dagur er ein plága í sær sjálvum.
- Eg føli meg mangan sum eitt evigt grenj, tí tað er líkasum so, at tað er so langt millum tær góðu løturnar, sum eru so fáar. Men so vil eg eisini siga, at hesar løturnar tær njóti eg, tí fær ein fyrst fatur á einum positivum tanka, so førir hann til tann næsta.
- Men tá man er heilt, heilt har niðri, tá følir man mangan, at lívið er ikki vert at liva, sigur Kamma Johannesen.
Lív hennara hevur verið merkt av sorg, sjúku, sakni og fáum gleðiligum løtum. Men kortini einum tryggum lívi í hondunum á frelsara hennara.
So dapurt
Tað er ikki til at síggja, at 65 ára gamla Kamma hevur ikki bara eina, men tvær álvarsamar sjúkur. Hvør sær, og ikki minst saman, gera tær báðar lívið ótrúliga trupult hjá teirri annars so smílandi kvinnuni.
- Skal eg fortelja tær alt mítt lív við depressjón, verða vit ikki liðug fyrrenn í morgin. So tað skal eg spara teg fyri. Men tá eg hyggi aftur á lív mítt, so hevur tað veruliga verið so dapurt, so dapurt, sigur hon álvarsom.
Sum longu nevnt kom Kamma sum smágenta at uppliva keðiligheitir sum hava verið við til at gera lívið dapurt og trupult. Hjá henni bleiv tað soleiðis, at har fyrst eitt óløgi var komið, var stutt til tað næsta.
Eftir hetta fyrsta, komu óløgini eitt fyri og annað eftir. Tað er helst so sum hon sjálv sigur tað: - Var tað ikki fyri mín góða mann og trúnni á Guð, so veit eg ikki, hvar eg hevði verið í dag.
Kamma var smágenta, tá hon fekk ein beiggja. Gleðin var stór, men bleiv kortini stokkut yvir hesa gleðiligu hending í barnaheimi hennara. Stutt eftir hann var borin í heim, bleiv mamman so mikið sjúk, at hon mátti undir læknahond fyrst á Tvøroyri, síðani í Havn og at enda á sjúkrahús í Keypmannahavn.
- Eitt var tað, at mamma var burtur frá okkum og lá á sjúkrahúsi í samfullar 9 mánaðir. Eitt heilt annað og meiri ógvusligt var, at tað gekk hvørki verri ella betri enn at beiggi mín doyði, bara fimm mánaðar gamal.
- Tú kanst ætla sjokkið: Um morgunin var hann spillfrískur, og klokkan 2 um dagin var hann deyður, alt hetta meðan mamma var burtur. Og tað var júst her at alt tað keðiliga í mínum lívi startaði, greiðir hon álvarsom frá.
EINKJA
Næsta óløgið kom ikki so leingi eftir, tá ein mammubeiggi hennara, og sum var sera góður við hana, sló út av trolaranum Drátti. Eftir var so omman – henda kvinnan, sum á ein serligan hátt kom í staðið hjá móður hennara. Tær báðar vórðu sera tætt knýttar hvør at aðrari.
- Eg minnist at eg segði, at um hon eisini doyði, so skuldi eg í grøvina saman við henni. Og so hendi júst tað, sum ikki skuldi henda: Hon doyði eisini, kemur tað tungliga frá Kammu.
Gleðin kom tó eisini á gátt hjá teirri ungu hvalbiargentuni. Sum 20 ára gomul varð hon gift við Olafi og sum hon fekk tvey børn saman við – Heidi og Ken.
Men ikki var gleðin leingi gestur í heimi teirra, tí longu eftir seks ára hjúnalag druknaði maðurin í Noregi – bert 27 ára gomul var hon longu vorðin einkja.
Á DEILD 1
Nógv óløgi hevði hon verið vitni til í sínum unga lívi, men hetta seinasta tók fullkomuliga beinini undan henni:
Støðan gjørdist so vánaligt, at har var ikki annað at gera, enn at lata seg leggja inn á psykiatriska deild 1 í Havn.
- Árni Olsen var yvirlækni tá, og hann tosaði nógv við meg. Eg skilti tað ikki rættiliga, tí hann spurdi meg fleiri ferðir, hví eg var komin norður higar. Eg hoyrdi ikki heima her, segði hann, tí teir funnu ikki útav nøkrum við mær. Eg segði honum, at kommunulæknin helt meg hava tað so ringt, at eg mátti fara norður.
- Tað sum eg heldur ikki skilti var, at teir blivu við at siga við meg, at eg átti at farið at lært til okkurt, kanska til pleyirsku – tað sum tey í dag nevna sjúkrarøktarfrøðing. Men hvussu kundi eg tað, í teirri støðu sum eg var í og haraftrat við tveimum smábørnum?, spyr hon líkasum út í luftina.
Tvey ár seinni tók lív hennara aftur eina positiva vend, tá hon varð gift við Alberti, ið var bróður fyrrverandi mann hennara, og við honum fekk hon so tvey børn aftrat – genturnar Óluvu og Báru.
KEDD OG GRÆT
Tað skuldi eftir røttum verið so, at foreldur gleðast yvir sítt nýfødda barn. Tað gjørdu Kamma og Albert so sanniliga eisini, men tað kom tó sum eitt stórt sjokk fyri tey, tá tey fingu at vita at tann yngsta gentan, Bára var deyv.
Og fyri at gera støðuna enn verri, vóru ikki nógv tilboð til tey har suðuri. Tí var ikki annað at gera enn at flyta til Havnar, tá hon var trý ára gomul, fyri at kunna fáa lut í teimum tilboðunum sum góvust í skúlanum á Trøðni, seinni á Venjingarskúlanum.
Um somu tíð gjørdist omma Báru sera sjúk, og eftir sjúkralegu í ein mánað doyði hon av krabba bert 60 ára gomul. Ein stóran part av tíðini kom Kamma at sita yvir henni.
Hóast tey vóru samfull 13 ár norðanfyri, treivst Kamma alt annað enn væl. Hetta førdi aftur við sær, at hon gjørdist ógvuliga sjúk og ikki minst illa hýrd og depressiv, tá hon hugsaði um lagnuna hjá dóttur síni.
- Tað var mangan so, at eg græt um støðuna.Tað var ein stór og tung avgerð at taka, tá vit fluttu til Havnar við henni. Vit hugsaðu um, at Bára ikki fekk lut í tí sum aðrar ungar gentur fingu. Eg mátti mangan fara fyri meg sjálva, so hon ikki skuldi síggja meg og finna útav, hvussu kedd eg var.
- Men hon bað meg hinvegin ikki gráta, tí hon hevði tað gott og treivst væl í skúlanum; hon hevði vinkonur og vinir sum komu í sama flokk og sum høvdu sama brek sum hon. Ja, tað var ikki bara sum at siga tað at rýma frá heimi og familju, sigur Kamma álvarsom. - Tað hevur kostað bæði tár og nógv stríð.
Tey vóru sera væl móttikin av fakfólki og vinfólki ið tey fingu hesa tíðina, men ikki kann sigast at tey fingu fíggjarliga hjálp. Hana máttu tey sjálvi syrgja fyri.
- Men í dag kunnu vit frøast um, at tað sum vit gjørdu, tað var tað rætta, tí í dag er Bára sera væl fyri í allar mátar.
Men sjúkan og harða støðan førdu aftur við sær, at Kamma fekk sálarligar, eins og likamligar kvalur av hesum: Kroppurin reageraði soleiðis, at hann byrjaði at útskilja stresshormonir. Støðan bleiv so mikið álvarsom, at hon varð send niður á Ríkissjúkrahúsið til viðgerð.
- Tá – ja, tá var eg fullkomuliga á botni. Eg var so langt niðri sálarliga, tí hevði eg havt tað ringt áðrenn, so gjørdi hetta bara støðuna uppaftur verri. Soleiðis hevur mítt lív verið.
- Eg havi tó havt forstandin intaktan alla tíðina, og tað kann eg bara takka Gudi fyri. Eg má taka heiluvág hvønn dag og havi verið gjøgnum fleiri skurðviðgerðir og annað.
FINNI IKKI ORÐ.
Seinastu ferð Kamma varð innløgd á psykiatriska deplinum í Havn var fyri seks árum síðani.
- Eg havi altíð verið veik, men havi altíð kempað meg gjøgnum lívið og valt ikki at bukka undir. Men hesaferð bar altso av hjá mær. Eg orkaði hvørki eitt ella annað, greiðir hon frá.
Hon orkaði ikki at eta. Ikki at fara upp. Vildi bara liggja í songini dagin langan. Bara sova. Hevði onga orku. Og við lítlari vón fyri at sleppa burtur úr hesi vanlukkuligu støðu, gjørdist alt bara myrkari og myrkari.
- Tað er neyvan nakar sum kann seta seg inn í støðuna hjá einum persóni sum er í slíkari støðu. Tá ein hevur tað so ringt, er skilligt at summi bara vilja sleppa burtur úr lívinum, tí alt sær bara so svart út. So langt kom eg tíbetur ongatíð, hóast eg havi verið sera sera illa fyri.
- Her var bara eitt at gera: Eg mátti til Havnar aftur. Men hóast eg lá á eini psykiatriskari deild, so hjálpti tað ikki beinanvegin, tí eg tordi faktist ikki at sovna og enn minni at vakna aftur. Eg lá heldur og bebrejdaði mær sjálvari ta støðuna eg var í: Eg meini, her lá eg, ein kona í góðum árum, við manni, børnum og ommubørnum, og sum átti eina trúgv á Harran í mínum hjarta. Og nú lá eg bara her, og bíðaði eftir at deyðin skuldi gerast tað næsta, sigur Kamma.
Suðringum so ólíkt, hevur hon í hesum førinum trupult við at finna orð fyri, hvussu ringt hon hevði tað.
- Eg finni simpelthen ikki orð fyri tí. Eg vóni ikki, at hvørki eg ella nakar annar kemur í somu støðu sum eg var í. Nei, orð kunnu ikki siga frá hesum.
- Eg má tí bara læra meg at liva við tí. Taka ein dag í senn, og takka Gudi fyri at hann lat meg uppliva hann. Eg havi hóast alt nógv at siga takk fyri, endar Kamma frásøgn sína.
Tunglyndi
Øll menniskju hava skiftandi dagar við góðum og ringum hýri. Hetta er heilt vanligt. Tá menniskju fáa tunglyndi (depressjón), rakar hetta bæði sinnið og kroppin, og hýrurin svarar ikki til tað, ein vanliga upplivir. Tunglyndi er ein álvarsom og langdrigin sjúka, sum ávirkar lívsgóðskuna nógv.
Tunglyndi og heilivágur
Uttan viðgerð vil ein depressjón sum oftast taka langa tíð, sum oftast ½ - 1 ár, men við rættari viðgerð vilja tey flestu kenna seg betri aftaná fáa mánaðir. Hvør viðgerðin verður, velst um hvussu álvarsom depressjónin er. Í summun førum er samtaluterapi gott – eisini um heilivágurin ikki hevur hjálpt. Tá talan er um ringa depressjón verður altíð heilivágur givin.
Hvat kanst tú sjálv/ur gera?
Hevur tú ella ein av tínum nærmastu eina depressjón, kanst tú hava brúk fyri nøkrum góðum ráðum.
Hesi kunnu tryggja at viðgerðin av tunglyndinum gerst so góð sum tilber.
Fleiri góð ráð um antidepressiva og depressjón:
• Tak heilivágin, sum læknin hevur tilmælt
• Tú merkir at tú batnar eftir 2-6 vikur – gev heilivágnum tíð til at virka
• Innstilla teg uppá, at tú allarhelst skal taka heilivágin ½-1 ár
• Flestu hjáárin ganga yvir eftir nøkrum vikum – halt út!
• Halt á við at taka heilivágin, sjálvt um tú følir teg betri til passar – heilivágurin tekur árinini, men lekir ikki depressjónina
• Heilivágurin kann takast við ella uttan mat, sum tú ynskir tað
• Tak ongantíð perikon (náttúruheilivág) saman við antidepressivum heilivági
• Heilivágurin er ikki tilvenjandi
• Haldi á at fara til læknan av og á
• Spyr lækna/apotek um tú hevur spurningar
Farið til lækna um:
• tú merkir tunglyndi og ikki ert í viðgerð
• tú fært tað verri
• tú fær tankar um at gevast við heilivágnum
• tú fær sjálvmorðstankar
• tú fær aðrar trupulleikar undir viðgerðini
(Kelda: apotek.fo)