Dagny Joensen
dagnyj@post.olivant.fo
Foreldur flest vilja helst viðganga, at tað er ein stór broyting í lívinum at fáa børn.
Tað eru kortini ikki øll foreldur, sum fáa síni ynski um børn at ganga upp. Summi bíða leingi, meðan onnur av ymsum orsøkum mugu góðtaka, at tað ikki ber til.
Í okkara tíð er ikki neyðugt at geva skarvin yvir. Tað eru ymsir hættir at gerast við barn, og um tað heldur ikki ber til, er ættleiðing ein møguleiki.
Tað kunnu hjúnini Birita og Jákup Jacobsen á Tvøroyri tosa við um. Frøin hjá teimum var eins stór, tá tey fyri trimum árum síðani ættleiddu Onnu Kirstin, sum nú er trý og eitt hálvt ár, og í august í ár fingu 10 mánaðir gomlu Elisu.
Birita og Jákup høvdu verið gift í 3 ár, men tá einki røktist fyri, at tey fingu børn, fóru tey at umhugsa sína støðu.
Birita Jacobsen er pedagokur og leiðari í barnagarðinum á Tvøroyri, og maðurin Jákup Jacobsen er sjómaður og siglir úti.
Í fyrsta umfari fóru tey undir fertilitetsviðgerð, men tá einki spurdist burtur úr, og tí fólk forvitin spurdu upp í saman, um Birita var upp á vegin, kendu hjúnini tað, sum stýrdi hetta lívi teirra. Tá samdust tey um at gevast við royndunum og fóru at umhugsa ættleiðing. Eitt ár eftir at tey vóru givin við fertilitetsviðgerðini, avgjørdu tey at ættleiða eitt barn.
- Hvar hevur
tú keypt hana?
Lítla Elisa sat so fitt í barnavogninum, tá ein kona kom yvir til stórusystrina Onnu Kirstin og spurdi, hvar hon hevði keypt systrina hjá sær? Anna Kirstin hugdi undrandi upp á mammu sína, sum segði henni, at børn ikki kundu keypast, men at tey høvdu fingið lítlusystrina, sigur Birita, sum stóð undir liðini á døtrunum og mintist aftur á eina hending fleiri ár áðrenn tey ættleiddu. Tá søgdu nakrar gentur um ein ættleiddan drong í svimjihylinum, at foreldur hansara høvdu keypt hann.
Birita Jacobsen flennir, tá hon sigur frá hendingini, men aftan fyri skemtandi eygnabráið lúrir eisini ein farri av álvara. Hon hugsaði um, hvar konan hevði fingið ta fatan, at hetta lítla, elskuliga og brosandi barnið var keypt?
- Hugsaðu tit ongantíð um at liva við ongum børnum?
- Tað er náttúrligt, at hjún ynskja sær børn. Tá vinarskarin byrjaði at fáa børn, og tú sá, hvussu stór gleðin hjá teimum var, kom trongdin av sær sjálvum. Tá vit giftust, ynsktu vit okkum børn, og sum hjún hava vit ivaleyst eisini tørv á at hava felags lív og minnir saman við øðrum, t. v. s. børnum okkara, sigur Birita Jacobsen.
Umráðandi fyrireiking
Um viðurskiftini, tá foreldur ættleiða børn, sigur Birita Jacobsen, at tað er ein long og oftani sera strævin tíð, frá tí tú søkir um ættleiðing, og til barnið er komið.
Í fyrsta umfari vendu tey sær til Ríkisumboðið, har ein løgfrøðingur greiddi teimum frá, hvørjir møguleikar vóru fyri at ættleiða og um ymsu ættleiðingarfeløgini í Danmark, sum hava til uppgávu at fáa ættleiðingina í lag.
- Fyrsta samrøðan var fyri sovítt í lagi, men eg saknaði, at eingin málsviðgeri, sosialráðgevi ella sálarfrøðingur var til staðar, sum vit kundu tosa við, eins og eg saknaði kunnandi tilfar at hugsa um í sambandi við ættleiðingina.
- Í Danmark hava tey foreldraskeið fyri fólk, sum ætla sær at ættleiða. Tað er kanska ikki neyðugt hjá okkum, av tí at vit eru so fáment, men eitt temakvøld fyri nýggj foreldur, har onnur, sum hava ættleitt kundu greitt frá sínum royndum, kundi verið áhugavert og gagnligt, eins og faklig kunning um ættleiðing, sigur Birita Jacobsen, sum annars vil ráða komandi foreldrum til at lesa ymiskt tilfar um ættleiðing, tó uttan at tað nýtist at gerast til eina verkætlan.
- Tá vit vóru til samrøðu á Ríkisumboðnum, fingu vit at vita, at tað vóru ymisk ”udviklingsriscici” við at ættleiða barn.
Tá málsviðgerin kom á heimavitjan, vóru vit t.d. spurd, hvat vit kundu góðtaka av møguligum breki hjá barninum. Tað var torført at seta orð á. Bert hugsanin um at velja kendist ómenniskjansligt, tí tá hugsar tú um tey óhjálpnu, sum ikki fáa møguleikan at fáa eina familju, sigur Birita.
- Sum øll onnur foreldur ynsktu vit okkum vælskapt børn, sigur Birita Jacobsen og legg-ur aftrat, at báðar døturnar eru væl skaptar og einki brek hava, tó at tann eldra hevur astma. Tað er ikki ókent í familjuni, av tí at Birita eisini hevur astma.
Góðtikin sum foreldur
- Aftan á at hava havt heimavitjan og verið til læknakanningar vóru vit til reiðar at taka í móti barninum. Nakrar mánaðir seinni fingu vit boð frá ættleiðingarráðnum um, at vit vóru góðtikin sum foreldur.
Næsta uppgávan var at velja landið, har barnið var føtt. Vit valdu Kina, av tí at har eru børnini oftani smá, tá tey verða ættleidd, av tí at bíðitíðin at fáa barn í uppskoti er stutt.
Tað er øgiliga ymist, hvat ymsu londini krevja av foreldrunum, men tað kunnu áhugaði finna á heimasíðunum hjá teimum báðu donsku ættleiðingarfeløgunum DanAdopt og A-C.
Seinni komu so boðini, at vit høvdu fingið eina lítla dóttur. Tann elsta var sjey og ein hálvan mánaða gomul og tann yngra 10 mánaðir, tá vit fingu tær. Í báðum førum fingu vit fyrst myndirnar av teimum handaðar á Ríkisumboðnum, saman við ymsum pappírum um teirra søgu, læknakanningar og tílíkt. Báðar genturnar vóru funnin børn, sum er rættiliga vanligt í Kina vegna eitt-barnspolitikkin, og tí vita myndugleikarnir lítið og onki um søguna hjá hesum børnum. Í læknafrágreiðingini stendur, at tær vóru nýføddar, tá tær vóru funnar. Hetta mettu tey, tí nalvastrongurin var nýkliptur og tær høvdu vátt hár.
Hugtakandi løta
So gekk leiðin til Kina. Vit vóru eini 10 foreldur í ferðalagi og saman við okkum var ein ferðaleiðari og ein danskur tulkur, sum var kontaktpersónur okkara.
- Vit komu til Beijing og búðu á gistingarhúsi í tveir – tríggjar dagar, áðrenn vit ferðaðust víðari út í landspartin, har báðar døturnar vóru á hvør sínum barnaheimi. Eftir ein kunningarfund, har vit fingu upplýsingar um tað, sum stóð fyri frammman, kundu vit vera turistar nakrar dagar. Í landspartinum búðu vit á sera hugnaligum gistingarhúsi, sum var ætlað foreldur við børnum. Har búðu vit, meðan endaligu pappírini vóru skrivað, áðrenn vit kundu fara eftir børnunum.
- Tað var ein hugtakandi løta, tá vit foreldur komu inn á skrivstovuna á barnaheiminum, har vit sóu børnini á fyrsta sinni. Tað var ógvuliga rokasligt, tí vit vóru so nógv, men tá pappírini vóru undirskrivað og vit kundu fara á gistingarhúsið við barninum, var tað ein lætti at sleppa inn til sín sjálvs og bara njóta barnið. Har vóru vit í eina viku og fóru síðani til Beijing, har passini vóru gjørd, áðrenn vit fóru heim, sigur Birita Jacobsen.
Einki at dylja
- Hvørjar tankar gjørdu tit tykkum um at fáa fremmand børn?
- Tá vit umhugsaðu at ættleiða, tosaðu vit nógv um, av hvørjum fólkaslagi vit kundu hugsað okkum, at barnið var, og hvønn mótburð vit kundu vænta okkum. Vit hugsaðu tilvitað um, at børnini kundu verða happað fyri sín húðalit og fremmandu útsjónd.
- Tað er okkara uppgáva at brynja børnini til at standa ímóti ágangi av slíkum slag, og at menna teirra sjálvsvirði, so tey verða før fyri at takla mótburð.
- Vit skulu kortini ansa eftir, at tað ikki verður stillað upp sum eitt ”skrekkscenarium” at ættleiða eitt barn. Tó sleppa vit ikki undan, at hesi børn onkursvegna hava verið svikin í byrjanini av lívi teirra, so tey hava nakrar royndir við í lastini, sum kunnu koma at ávirka tey meir ella minni gjøgnum lívið. Hetta eiga vit foreldur at ættleiddum børnum at rúma og hjálpa teimum við, eitt nú við at geva teimum kærleika, tryggleika, nærleika og kontinuititet í lívinum.
- Eg haldi eisini, tað hevur stóran týdning, at vit ikki at dylja nakað fyri børnunum. Vit skulu vera erlig um teirra uppruna og svara teimum eftir førimuni, tá tey spyrja um sína bakgrund. Tann eldra dótturin hjá okkum, hevur havt stóra gleði av sjálv at hyggja í sína myndabók ella saman við okkum, har eg havi skrivað dagbók til. Hetta er ein máti at leggja hennara »lívs-puslispæl« upp á pláss. Vit uppliva, at hon er farin at spyrja meira um Kina og hvaðani hon er, nú hon hevur verið aftur í landinum eftir lítlusystur sínari.
Vantandi umhugsni
Fólk eru ógvuliga forvitin og vilja eisini – hvør á sín hátt – geva foreldrunum ans, tá barnið er komið, tó at ikki alt er so væl umhugsað, sum spurt verður um. ”Hvar hava tit keypt hana? Hvussu nógv kostaði hon? Hví innføra tit børn, sum er tað ein handilsvøra? Hvussu kunnu tit vera eins góð við dóttrina, sum um hon var tykkara egna barn?
Tílíkar spurningar kunnu foreldur at ættleiddum børnum vænta sær at fáa. Týdningarmest av øllum: - Foreldrini mugu brynja seg til at svara slíkum spurningum, sum í teirra verð als einki hava við ta stóru eydnu at gera, sum tað er at fáa barnið. Tey hava bíðað í mánaðir, eftir at tað var váttað, at tey skuldu vera foreldur. Bíðitíðin er sum at ganga við barni undir belti, sigur Birita Jacobsen.
- Øll eru ikki líka tolerant- tíverri. Tað mugu vit ásanna, men tíbetur eri eg ikki bangin fyri hesum longur, og vit hugsa als ikki um, at børnini hjá okkum eru øðrvísi í útsjónd, sigur Birita Jacobsen.
- Vit hava kortini verið heppin at hava havt ótrúliga væl skiljandi familju og vinir, sum hava tikið væl ímóti døtrum okkara.
Barnið er ókeypis
- Hvat kostar tað at ættleiða eitt barn, er oftani spurningur, sum Birita og maðurin hava fingið. - Eg sigi vanliga, at barnið kostar einki, men at tað er formiðlingin, sum kostar, sigur Birita og leggur aftrat, at tað hava verið nógvar útreiðslur í samband við ættleiðingina, umleið 100.000 krónur fyri hvørt barnið, men at foreldur at ættleiddum børnum fáa 50.000 kr í stuðul frá Almanna- og heilsumálaráðnum.
Hvat er mest átrokandi at hugsa um, tá fólk ættleiða børn?
- Tú skalt fyrireika teg til, at hesi børnini, sum tú tekur til tín, eru svikin av sínum biologisku foreldrum av ein ella aðrari orsøk, og tú noyðist at rúma, at barnið møguliga virkar frávísandi mótvegis tær sum foreldur í fyrstuni. Børnini kunnu vera órólig, ólukkulig, ókrittisk og tað tekur vanliga nakað av tíð, áðrenn tey fella til og verða før fyri at knýta seg til nýggju foreldrini.
- Hetta kann til tíðir vera sera ørkymlandi fyri nýklakt foreldur og krevur nærlagni, tolsemi og innlivingarevni. Foreldur mugu skilja støðuna hjá barninum, sum jú verður rykt úr sínum vanligu umstøðum.
- Hjá nøkrum foreldrum er tað umráðandi at hava samband við onnur foreldur, ið hava ættleitt, ella fakfólk, sum kunnu leggja nýggjum foreldrum lag á og greiða teimum frá, hvussu tað var, tá tey fingu barn.
Tað hevði kanska verið gagnligt, um tað var eitt ávíst stað, har foreldur kundu vent sær, tá tey vóru ørkymlaði um onkran óskiljandi atburð hjá barn-inum. Eitt nú hava vit tikið av tilboði um hjálp frá einum heilsufrøðingi.
- Umráðandi er eisini at taka hini í familjuni við í prosessini, vísa teimum myndirnar av barninum, greiða frá, hvaðani barnið er, kanska vísa teimum pappírini frá myndugleikunum og tílíkt, so øll eru fyrireikað til at taka ímóti barninum.
Týdningarmest er, at tað er friður rundan um foreldur og barn, tá tey koma heim, so foreldrini kunnu fáa tíð at fella til saman við barninum. Tað koma nógvar positivar reaktiónir frá vælmeinandi fólkum, ið halda børnini eru so fitt, at tey vilja sleppa at halda og kína teimum. Tó havi eg upplivað, at ein sum foreldur viðhvørt má steðga hesum, fyri at verja barnið, tí tað kann gerast ó-trygt.
Umráðandi er eisini, at fólk virða tað, tá foreldrini siga frá, sigur Birita Jacobsen.