Hesa vikuna hava strandarlandasamráðingar verið í London, men hóast bjartskygni hevur verið hampuligt, so eydnaðist ikki at røkka nakrari semju á hesum sinni.
Eisini viðgjørdu strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland býtið av heildarkvotuni fyri norðhavssild í 2014, eins og Føroyar, ES, Ísland og Noreg viðgjørdu býtið av heildarkvotuni fyri makrel í 2014. Partarnir komu ikki til nakra niðurstøðu, men gjørdu av at halda áfram við samráðingunum seinni, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu sínari.