Eingin avgerð í Brasil

Tað eydnaðist ikki Dilma Rousseff at vinna brasilska forsetavalið í gjár, og tí verður umval tann 31. oktober. Fyri at vinna í fyrsta umfari skal eitt valevni fáa meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, men tá 97 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Dilma Rousseff fingið 47 prosent.

Hennara harðasti kappingarneyti, tann konservativi Jose Serra, hevði tá fingið 33 prosent.

Tað mesta óvæntaða á valinum í gjár var, at formaðurin í Umhvørvisflokkinum, Marina Silva, fekk umelið 20 prosent av atkvøðunum. Tað var væl meiri, enn meiningakanningarnar høvdu víst.