Rætturin hevur nú talað. Mvg av skrásetingargjaldi á bilum var tikið inn uttan heimild í fleiri ár.
Hesa niðurstøðu kom skattakærunevndin til fyri fleiri árum síðani, langt áðrenn nakað fyrningstos. Fíggjarmálaráðið burdi havt útgoldið ov nógv kravda mvg’ið aftur longu tá.
Tað er ein forkastelig skipan sum noyðir Palliba í rættin, heldur enn at virða eina kærunevnd, sum júst er til, fyri at Palliba ikki skal noyðast í rættin. Ein kærunevnd, sum er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki, men sum Taks kortini noktar at fylgja. Eisini hóast sama kærunevnd hevur staðfest, at avgerðir hjá nevndini skulu fylgjast, og at Taks ikki kann bíða við at at viðgera mál, vísandi til at Taks er ósamt í niðurstøðuni og tí hevur kært mál til hægri dómstól.
Er tað stjórin á Taks, sum ikki virðir tær lógir, sum hann er settur at umsita? Ella aktar stjórin bara harraboðum úr erva? Vit spyrja, tí tað má og skal fáa avleiðingar, tá demokratisku spælireglurnar ikki verða virdar av teirri umsiting, sum skal umsita somu reglur.
Tað er alt ov møtumikið hjá einum meinigum borgara at noyðast at stevna skattavaldinum, og Fíggjarmálaráðið er væl vitandi um, at bert eitt fátal av borgarum hava orku til at fara í rættin við kravinum.
Og við at toga málið somikið langt út, at tað nú bert er eitt fátal av handlum, sum ikki eru falnir fyri fyrningarfrestini, hava Taks og Fíggjarmálaráðið gjørt ilt verri.
At halda Palliba og Marsannu til rukku við at páberópa sær fyrning, er púra burturvið.
Fíggjarmálaráðið veit, at peningur er innkravdur, uttan at heimildin hevur verið í lagi, og um ein hevur pening, sum man veit er tikin inn uttan heimild, so er heldur eingin heimild at brúka hann, óansæð hvussu leingi peningurin hevur ligið.
Fyriuttan tað moralskt forkastiliga í einum slíkum hugburði hjá teimum, ið skuldu verið fólksins tænarar, so er eisini tað at siga, at Fíggjarmálaráðharrin sjálvsagt onga heimild hevur at behalda handa peningin. Tað kann ikki koma upp á tal, at landið beheldur pening, sum tað veit eru innkravdir av órøttum, óansæð um talan er um fimm ár ella ikki.
Landið hevur ikki loyvi at búka peining, sum tað veit er fingin til vega í heimildarloysi, og tí er einki annað hjá Eidesgaard at gera, enn at gjalda út við kassa eitt!
Tað finst eitt gott føroyskt orð fyri tað, at taka pening frá øðrum uttan heimild ella loyvi.
Sosialurin