Ein áheitan um at klænka fekk óhugnaligar avleiðingar

Eftir at hava havt sjúkuna anorexia nervosa í fleiri ár, tók tað 42 ára gomlu Janu fleiri ár at koma fyri seg aftur. Í dag livir hon sum fólk flest, hevur familju og arbeiðir við at geva fólk ráð og leiðbeing um likamsvenjingar og góðar kostvanar

Dagny Joensen

- Eg vil heldur vera sunn og frísk enn eitt beinut, ússaligt rituræ.
Tað sigur 42 ára gamla Jana Eidesgaard Thomsen, sum um 14 ára aldur fekk álvarsligt etingarólag. Frá at vera ein heldur trivaligur tannáringur seinast í sjeytiárunum, fór hon undir at klænka seg og gavst at enda við at eta og varð innløgd.
Í dag er Jana E. Thomsen, útbúgvin økonoma og likamsvenjari. Hon er stjóri í Fragd& Fimi, og kann í sínum arbeiði nýta sína vitan um heilsugóðan kost og likamsvenjingar at hjálpa fólki, sum hava brúk fyri at broyta livihátt.
Jana og maðurin Kenneth Samuelsen og dóttirin Joan, sum er 17 ára gomul, búgva í hugnaliga heimi teirra á Argjum.
Læknin skelkaði hana
Um sína tíð við sjúkuni anorexia nervosa, sigur Jana:
- Tað byrjaði við at eg noktaði at eta, tá eg var 14 - 15 ára gomul. Eg kann bert koma á eina hending, sum var orsøk til tað.
- Tað var tá eg fór til skúlalæknan, og hann segði bart út, at eg var ov feit og skuldi klænka meg 10 kg.
- Eg vigaði tá 62 kilo og var eini 157 cm til hæddar, so eg havi helst verið í so væl í holdum, men tað visti eg væl, sigur Jana E. Thomsen.
Seinasta hálva árið eftir at hon var komin í framhaldsdeildina, fóru tey í skúlaflokkinum at eta nógv góðgæti. Tey keyptu bomm, kips og sodavatn við í skúla, og ótu allan dagin. Tað sama endurtók seg, tá næmingarnir fóru heimaftur. Hartil kom, at dreingirnir í flokkinum vóru ógvuliga ófriðarligir og órógvaðu undirvísingini so nógv, at tað nærum var ómøguligt hjá lærararunum at halda skil á flokk-inum. Av tí sama mistu vit misti áhugan fyri at lurta og læra.
- Tað, sum eg haldi gjørdi munin, var, at læknin segði við meg: "Ímynda tær eitt hjarta, sum ikki fær arbeitt, av tí at so nógv feitt er rundan um tað?". Tað skelkaði meg so nógv, at eg alla tíðina sá hetta feita hjarta fyri mær.
Tá eg kom heim úr skúla, segði eg við mammu, at eg skuldi einki hava at eta.
Í fyrstuni vildi mamman góðtaka tað, tí hon helt eisini at Jana hevði tørv á at klænka seg, men sum fráleið gjørdist hetta ein marra hjá familjuni, sum ikki visti, hvussu Jana skuldi sleppast undan aftur.
Næsta hálva árið át Jana at kalla einki serligt. Hon drakk nógv vatn, át eitt flatbreyð av og á og onkra gularót. - Tað vóru vikur, har eg als einki át, sigur Jana og vísir fram eina kalorietabell, sum hon altíð hevði við sær í lummanum árini hon var sjúk, har hon hevur skrivað upp, hvussu nógvar kaloriir hon fekk hvønn dag, og hvussu nógv hon vigaði.
Í bókini stendur, at hon hevur etið 400 - 500 - 350 kaloriir hvønn dag., til at enda eitt stórt 0 stendur.
Ein sigur einki at eta
- Eg kendi eg tað sum ein sigur, tá eg einki hevði etið, sigur Jana og peikar staðið har 0 kaloriir stendur og hon tá bert vigaði 32 kilo.
Tað verður oftani sagt, at sosialar umstøður og familjuviðurskifti kunnu vera orsøk til etingarólag, men Jana sigur, at hon kemur úr vanligum, tryggum heimi og at hon hevði góðar barnadagar. Pápin var maskinmeistari og sigldi úti og mamman var heima. Hon eigur tvey systkin, eina systur sum er 14 mánaðar eldri enn hon og beiggin fimm ára yngri.
- Mamma var altíð heima tá vit komu úr skúlanum, og tá hon var einsamøll við okkum stóran part av tíðini, hevði hon altíð eyguni við okkum. Vit høvdu tað frítt, sluppu í dans og biograf og tílíkt, men skuldu koma heimafur til ásetta tíð. Mamma segði altíð, at soleiðis skuldi tað vera, tá man var ungur.
- Hvat segði mamma, tá tú klænkaði so ógvusliga nógv og ikki át nakað?
- Í fyrstuni legði hon tað ikki til merkis. Eg segði henni kanska at eg hevði etið hjá eini vinkonu, ella eisini koyrdi eg matin í lumman, tá mamma ikki sá og tílíkt. Vit høvdu hund, og hann lá altíð undir borðinum og varnaðist skjótt, at hjá mær kundi hann fáa ein bita o.s.fr..
Hálvt ár eftir at Jana hevði verið hjá skúlalæknanum, hevði at mist 12 kilo. Tá fór mamman við henni til kommunulæknan. Hann vigaði Janu og gav henni eina kostætlan, sum segði, at hon skuldi eta 1200 kaloriir um dagin. Síðani skuldi hon koma at viga seg eina ferð um vikuna, men hon var treisk. Blakaði kostætlanina í ruskílatið og helt fram við at eta lítið og einki.
Hvørja ferðina hon fór til kommunulæknan at viga seg, fylti hon lummarnar við ymsum tungum lutum, so tað ikki sást á vektini, at hon als ikki hevði tikið upp á. Kommunulæknin segði einki, men gav henni bara nýggja kostætlan, sum hon aftur blakaði burtur.
Jana, sum higartil hevði havt góðar vinir, avbyrgdi seg fullkomiliga frá teimum. Tá vinkonurnar bóðu hana koma út við sær, segði hon seg ikki hava stundir. Hon sat bara heima og læs tilfar um mat, kaloriir, miniralir og vitaminir. At enda góvust vinkonurnar og lótu hana fáa frið.
Í frítíðini fór hon at renna fleiri km um dagin, fyri at brenna kaloriir, umframt at hon gekk til fimleik fýra ferðir um vikuna, í fýra ymsum bólkum.
- At enda var eg so ússalig, at eg ikki orkaði at renna og gera fimleik.
Orkaði ikki at ganga trappurnar
- Seinni hevur mamman sagt mær, at eg svímaði í heilum og at eg ikki orkaði at ganga trappurnar upp á loft. Tað minnist eg ikki. Bert tað, at eg altíð var svong og at tað skramblaði í búkinum.
Í hesum tíðarskeiðnum, sum hevur verið í 1978 - 79, gekk eg framvegis til kommunulæknan at viga meg. Hann spurdi bert, hví eg ikki vildi eta, men eg minnist ikki, at vit høvdu nakra samrøðu um truppuleikan. Bert at eg fekk nýggja kostplan hvørja ferðina.
Tá eg vigaði 32 kilo fekk mamma samband við ein yvirlækna á sjúkrahúsinum, og eg fór til hansara. Hesin læknin kannaði meg leingi og nágreiniliga og úrslitið varð, at eg ikki slapp heimaftur.
Læknin visti ikki reiðiliga, hvat hann skuldi gera, av tí at sjúkan var nýtt fyribrigdi.
Eg fekk proteindrykk, gjørdur úr róma at drekka, sum eg als ikki fekk niður. Eg slapp ikki upp úr songini. Tey søgdu at eg skuldi spara kaloriir. Hóast eg visti, at hetta var álvarsligt, so lá eg og súkklaði í seingini, fyri at brenna tað sindrið av kaloriium, sum eg fekk niður um.
Ein morgunin eg vaknaði, stóðu fýra læknar við song mína og tosaðu um, hvat teir skuldu gera. Ein segði, at eg skuldi hava proteindrykk, annar at eg skuldi hava sunnan, føðslugóðan mat, sum mær dámdi.
Læknin tók hana við upp á ráð
- Tá vildi eg sleppa upp í part og segði, at eg ikki fekk matarlyst av at liggja í seingnini í einari køvandi heitari sjúkrastovu.
- Úrslitið varð, at eg fekk loyvi at skriva ein lista um hvat mær dámdi at eta, og eftir hetta fekk eg mat, sum eg vildi eta. Eg slapp eisini at ganga uppi og gera fimleik saman við teimum, sum vóru til uppvenjingar.
So hvørt sum fráleið kendi Jana seg betri á deildini og fekk loyvi at hjálpa til í reingerðini, eins og at ganga runt við matarvogninum. Skuldu hinir sjúk-lingarnir hava okkurt í kioskini, fór hon í forhøllina at keypa fyri teir.
- Tað, at eg fekk ábyrgd, hjálpti upp á mína støðu, og matarlyst-urin byrjaði so smátt at koma.
- Tá eg hevði verið innløgd í seks vikur, hevði eg tikið tvey kilo upp á aftur, men eg fekk at vita, at eg skuldi vera á sjúkrahúsinum til eg vigaði 45 kilo.
- Tá misti eg næstan mótið, tí um eg skuldi viga so nógv, fór tað at taka fleiri ár, hugsaði eg.
Tað var systir Janu, sum kom við forloysandi orðunum. Hon segði Janu, at hon møguliga ongantíð slapp heimaftur, av tí at tá likamsvektin kom niður um eitt ávíst, var ikki vist at hon kundi økjast aftur. - Vilt tú doyggja, er tað tað tú vilt? spurdi hon.
- Tá vaknaði eg við og brúkti tað seinasta av mínum skili sum var eftir, at koma fyri meg, sigur Jana.
Ein dagin kom ein sjúkrasystir inn á stovuna hjá henni og segði, at hon slapp heim sama dag. Treytin var, at Jana skuldi møta á sjúkrahúsinum eina ferð um vikuna at viga seg. Klænkaði hon bert eitt pund, fór hon at verða innløgd aftur.
Bert kostráðgevin tosaði við hana
- Tær seks vikurnar eg var innløgd hevði eg ongantíð samrøðu við sálarfrøðing ella læknar, men kostráðgevin kom at vitja meg hvønn dag. Hon vísti mær áhuga, og spurdi hví eg ikki vildi eta. Umframt tað greiddi hon mær frá um heilsugóðan kost, vitamin-ir, miniralir, kaloriir og tilíkt, sum eg visti alt um framm-an undan. Hesar samrøður við kostráðgevan góvu mær áhuga fyri at læra til økonomu, sum eg eisini gjørdi seinni.
- Hóast eg var fegin um at vera komin heimaftur og gekk hvørja viku út á sjúkrahúsið at vigast, át eg ikki so nógv sum eg átti. Mær dámdi væl at matgera og at fáa hini í húsinum at eta matin og køkurnar, sum eg bakaði. Sjálv át eg einki av hesum.
Á sjúkrahúsinum varð eg vigað í klæðum, og tí kundi eg framvegis lumpa við vektini. Eg lat meg í stór klæði, so tey ikki sóu hvussu kløn eg var og stappaði ymiskt í lummarnar. Beiggi mín átti eitt lodd, sum eg altíð fjaldi onkunstaðni uppi á mær.
Mamma gjørdi alt hon var ment fyri at hjálpa mær. Hon gjørdi serliga soltan, góðan mat til mín og gav mær vitaminir og miniralir. Tá vit fóru til borðs, sat eg millum mammu og pápa, fyri at tey kundu síggja, hvussu nógv eg át, og sum fráleið fekk eg so smátt framá.
Ótrygg og treisk
- Fekk tú ongantíð greiði á, hví tú gjørdist sjúk?
- Nei, tað var eingin frágreiðing. Sjálv havi eg árini eftir hetta hugsað, at eg sum miðlingabarn tørvaði at systkin og foreldur góvu mær gætur.Eg haldi, at eg var ótrygg og møguliga bangin fyri at blíva vaksin, sigur Jana.
17 ára gomul, fór Jana og ein vinkona á háskúla í Haslev. Har valdi hon sær fakini hondarbeiði, psykologi og ítrótt. - Vit gjørdu ítrótt tíðliga og seint og eg vigaði tá eini 40 kilo. Av tí at eg var so kløn, hevði eg ikki havt mánasjúkuna meir enn tvær ferðir.
Í Danmark tosaðu tey um hetta mundið nógv um Twiggy-sjúkuna. Genturnar søgdu við meg, at eg líktist Twiggy, ein ensk fotomodell í sekstárunum, sum hevði havt hesa sjúkuna.
Tá fór eg at kanna hetta nærri og kendi nógv aftur í tí, sum mær hevði verið fyri, og eg fekk vitan um, hvussu eg skuldi koma víðari.
Í Haslev fór Jana til læknan og spurdi um hon ikki kundi fáa hormonir fyri at fáa mánasjúka aftur. Læknin svaraði, at hon skuldi koma aftur tá hon var í 20unum ella um hon vildi hava barn. Àðrenn tað var einki at gera. Mánasjúkan kom tó aftur av sær sjálvum nakrar mánaðir senni.Tá kendi hon seg av álvara at vera komin burtur úr etingarólagnum.
Heimafturkomin fluttu foreldrini hjá Janu til Grønlands, og tá hon ikki visti nágreiniliga hvat hon skuldi gera, fór hon bara við. Har var hon í eitt ár og fór síðani á Levnedmiddelskolen í Danmark, og fekk útbúgving sum økonoma undir EFG skipanini.
- Eg var í Danmark í sjey ár og treivst sera væl. Í hesum tíðarskeiðnum tók eg tvey kg. upp á árliga. Tá vóru venjingarmiðstøðirnar komnar í Danmark og eg gjørdi av at læra til instruktør.
- Seinni hevur mamma sagt mær, at tann læknin, sum legði meg inn á sinni, hevur sagt henni, at tað bjargaði mær at hon hevði givið mær vitaminir tá eg var sjúk, og at eg var heppin at fáa barn. Eisini hjálpti tað mær, at eg hevði íðkað likamsvenjingar, sum gjørdi, at vøddarnir kundu byggjast upp aftur.
Tosar við skúlaflokkar og foreldur
Í dag er sjúkan kend og næming-arnir í framhaldsdeildini, hava evnisvikur um hesar trupulleikar. Tey koma oftani til Janu at fáa vitan um hvørja ávirkan sjúkan hevur. Tað hjálpir hon teimum fegin við, tí hon hevur ongar truplleikar at tosa um tíðina, tá hon var sjúk.
Eisini venda foreldur, sum hava børn við hesum trupulleikum, sær til hennara.
Í Fragd&Fimi skipar Jana fyri klænki- og venjingarskeið eina fýra ferðir árliga. 10 fólk eru í hvørjum bólki, og undirvíst verður í at fáa fólk at broyta kostvanar og at venja vøddarnar.
Fólk fáa ein kostplan við matuppskriftum at ganga eftir, skulu skriva upp hvat tey eta dagliga og verða vigað hvøja viku. Síðani styrkivenur Jana við hvørjum einstøkum luttakara í ein tíma. Umframt hetta er bólkaarbeiði um t.d. hvat skal til, fyri at fáa sunnari livihátt.
- Flestu luttakararnir, sum koma á hesi skeiðini, siga, at tey ongantíð vóru komin á venjingarmiðstøðina, um tey ikki høvdu luttikið á skeiðinum.
- Tað er júst ætlanin við hesum arbeiði, sigur Jana Eidesgaard Thomsen.