Sjálvandi eiga løgtingsmenn at møta til tingfund, eru teir ikki bundnir av øðrum politiskum arbeiði. Og tað gera menn eisini. Men uppmøting kann valla brúkast sum mát fyri, hvussu væl ein røkir sínar politisku skyldur. Politikkur er ikki eitt 8 til 5-arbeiði og kann sum so ikki sammetast við onnur størv. Ein stórur partur av arbeiðinum eru fundir ymsastaðni, umboðan, kvøldarbeiði, ferðing, kanningar, telefonprát, lesing, skriving og at lurta eftir fólki. Ongin mátistokkur kann brúkast. Bara veljarin kann meta um dygdina á politikarana arbeiði. Og Jógvan tykist val eftir val at hava ein stóran nøgdan veljaraskara.
At Jógvan sat heima undir verkfallinum og ikki vildi, at skrúvubrekkarar førdu seg um Leirvíksfjørð, havi eg sum javnaðarmaður bara virðing fyri.
Hin orsøkin til fráveruna hjá Jógvani er norðurlandaráðsarbeiðið. Her ber ikki altíð so væl til at taka varðamannin inn, tí hann eigur 10 dagar. Tað hevði verið dýrt hjá løgtinginum at goldið 10 dagar, hvørja ferð maður er burtur 2-3 dagar.
Eg havi ferðast nógv saman við Jógvani burtur í londum. Hann er ein effektivur maður, ið brúkar tíðina optimalt. Í flogfarinum, í bussum, á hotellkamarinum um kvøldarnar. Og um tað kann ugga klaksvíkingar, so fara fríløturnar uttanlands oftast til býráðsarbeiði. At røkja bankasambond og vinarbýarsamstarv.
Hóast hugsjónarliga ósamdir so eiga vit at fara eftir politikkinum og ikki eftir persóninum. Og tí haldi eg heldur ikki, at tað fer nakað splintur av mær sum javnaðarmanni, um eg geri vart við hesi viðurskiftir.
Dan Reinert Petersen
Javnaðartingmaður