Eg taki fegin eitt tørn afturat

Karsten Hansen er fegin um undirtøkuna, hann sjálvur fekk á valinum, hóast hann ikki varð valdur

Løgtingsvalið

?Eg haldi avgjørt, at samgongan eigur at halda fram, tí verður kósin, sum er stungin út í kortið, slept, hevði tað verið stórt spell.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum var ein av trimum landsstýrismonnum, sum ikki vórðu valdir inn á ting á løgtingsvalinum mánadagin.
Saman við teimum báðum sjálvstýrismonnunum, Eyðuni Elttør og Sámal Peturi í Grund, varð hann ov stuttur at røkka Løgtinginum hesuferð.
Sjálvur fekk hann 283 atkvøður og tað eru tvær ferðir so nógvar sum á seinasta vali í 1998. Í Klaksvík var hann toppskorðari hjá tjóðveldisflokkinum við 241 atkvøðum, 18 atkvøður fleiri enn Heini O. Heinesen, sum fekk 223 atkvøður í Klaksvík og sum annars varð valdur við 329 atkvøðum tilsamans.
Karsten Hansen er heldur ikki at tjóðveldisflokkurin fekk so gott val, sum hann hevði ætlað.
Men hann er sera væl nøgdur við sítt egna atkvøðutal
?Sjálvur eri eg sera væl nøgdur við valið, tí eg havi tvífaldað atkvøðutalið frá seinasta vali. Ikki minst er hann nøgdur, tí hann hevur ikki havt tær bestu umstøðurnar at føra valstríð.
?Eg havi verið upptikin av sáttmálasamráðingum ein stóran part av tíðini ímeðan hini valevnini hava ført valstríð. Men tað gjørdi eg, tí eg raðfesti samráðingarnar hægri enn valstríðið, og tað iðri eg meg ikki um í dag, hóast eg ikki var valdur.
Karsten Hansen heldur avgjørt ikki, at verkfallið hevur gjørt honum fortreð í valstríðnum. At eg tvífaldaði atkvøðutalið bendir ikki á, at verkfallið hevur verið ein meinbogi.

Eigur at halda fram
Karsten Hansen heldur avgjørt, at samgongan eigur at halda fram.
?Tað veldst fyri ein stóran part um, hvat løgmaður ger, men eg haldi avgjørt, at samgongan hevur møguleika at halda fram.
? Tað kundi so verið saman við Miðflokkinum, sum hevur samtykt á aðalfundi, at hann tekur undir við fullveldinum. So saman við Miðflokkinum er meiriluti fyri sjálvstýristilgongdini. So er spurningurin um tað fæst semja við Miðflokkin um onnur mál, eitt nú blokkniðurskurðin og onur mál við.
Men so er tað eisini ein møguleiki at fáa javnaðarflokkin upp í samgonguna.
Og hann leggur afturat, at skuldi boð verið eftir honum at vera við at manna landssýrið eitt skeið afturat, er hann til dystin fús.

MYND AV KARSTEN HANSEN
Hóast vánaligar umstøður at føra valstríð, fekk eg tvær ferðir so nógvar atkvøður sum á seinasta vali, so eg kann ikki annað enn vera væl nøgdur, sigur Karsten Hansen