Hetta undrar meg ikki. Tí eg hevði ongantíð væntað nakað endurgjaldskrav.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag er ikki bilsin av, at arbeiðsgevararnir nú hava slept ætlanunum um endurgjaldskrav fyri arbeiðssteðgin 9. januar.
Teir hava so mangan hótt við endurgjaldskravi, men tað verður ongantíð til nakað.
Hinvegin vita vit, at tað var onki arbeiði á fiskavirkjunum tá. Og nógvir handlar, o.a. vóru opnir sum vant. Tí hevur tað verður ómøguligt at prógva ein miss so væl, sum rætturin krevur fyri at taka undir við einum endurgjaldskravi.
Men táið arbeiðsgevararnir ikki missa við einum tiltaki sum hesum, er tað so til nakra nyttu?
Tað er dámar mær væl, at teir ikki høvdu tap. Tí tiltakið var ikki vent ímóti teimum. Tað var vent ímóti politiska myndugleikanum.
Ikki brúk fyri rætti
Ingeborg Vinther er slett ikki samd við Jan Mortensen í greinini omanfyri, at hetta tiltakið vísur, hvussu átrokandi tað er at vit fáa arbeiðsrætt í Føroyum.
Vit skulu halda okkum langt frá arbeiðsrætti. Arbeiðsrættur er í Danmark, ein rættur, sum er so mannafíggindaligur, at tað eru danskir lógfrøðingar, sum í fullum álvara umhugsa at stevna honum inn fyri altjóða mannarættinda dómstólinum
Tað kann heldur ikki sigast danski arbeiðsrætturin forðar fyri arbeiðssteðgum og ósemjum á arbeiðsmarknaðinum har. Tí har eru sanniliga eisini arbeiðssteðgir og 3fakligir fundir3, sum viðhvørt taka ein heilar dagar. Slíkt finst ikki her.
Heimsins friðaligastu
Ingeborg Vinther heldur tvørturímóti, at tað er fáa staðni í framkomna heiminum, at tað er so friðaligt á arbeiðsmarknaðinum, sum í Føroyum.
Tað skoðsmál hevur hon mangan fingið uttanlands.
Táið vit síggja, hvussu báði privatir, og almennir arbeiðsgevarar, og ikki minst politiski myndugleikin, hóreiggja sær ímóti løntakarunum, kunnu vit ikki koma til aðra niðurstøðu, enn, at í Føroyum hava vit heimsins bestu, og tolnastu arbeiðsmegi.
Og tað verður ikki tað, sum fer at styggja oljuvinnuna úr Føroyum, at ongin rættur er.
Tað, sum oljuvinnan fer at ógvast meiri yvir, er, hvussu lítið arbeiðsgevarin virðir arbeiðsfólkið.
Nógv oljufeløg hava sera framkomnan starvsfólkapolitikk við sosialum skipanum, eftirútbúgvingum, skeiðum, upplýsingarskyldu og trygd Og tey fara heldur at øtast yvir, hvussu ússalig vit eru á hesum øki, heldur enn at tey fara at øtast yvir, at ongin arbeiðsrættur er, sigur Ingeborg Vinther.