Dumpaður sum keldukritikari

Í samband við at Zakarias Wang hevur givið út bókina Fólkaatkvøðan 14. september 1946, hevði Johan Petersen nakrar viðmerkingar til hetta digra verkið í Dimmalætting 3.august.

Og Zakariasi so líkt, var hann kvikur at koma við einum svari, har hann í eini grein, sum hann kallar Keldur og keldukritikkur, fekk høvi at sáa nøkur av sínum tjóðveldisgullkornum, ið sum frá er liðið meira og meira eru merkt av innannøring. Haraftrat avdúkar hann seg sum søgufalsara og avdúkar eisini, at sum keldukritikkari er hann ikki nógv verdur.
Tað er teimum stirðnaðu tjóðveldismonnunum um at gera at halda pottinum frá 1946 á kóki og framhaldandi billa fólki inn, at 14. september tað árið var “størsta hending í søgu føroysku tjóðarinnar” og at tá valdu føroyingar loysing. Men alt, sum hendi tá og síðani, hevur víst og prógvað, at tað gjørdu føroyingar ikki. Zakarias kallar dreymin um hesa mytuna fyri “eitt esjandi sár”. Tað kann vera, at tað kenst soleiðis hjá onkrum romantiskt sinnaðum tjóðveldisfólkum, men hjá vanliga føroyinginum hevur hatta ikki tyngt hansara sinni nevnivert, tí hann hevur langt síðani fatað, at handan fólkaatkvøðan avgjørdi einki.
Tað kann vera, at henda bókin fer at hjálpa tjóðveldisfólkum burtur úr tí trauma, tey hava liðið av síðani. Tað er í góðum freudskum anda at grava niður í undirvitskuna fyri at leita eftir og týna slík kompleks.
Zakarias Wang eigur alla tøkk uppiborna fyri, at hann hevur leitað hesi skjøl og hesar blaðgreinar fram. Tað er ilt at meta um, hvørt hann hevur tikið alt við, sum hann er dottin fram á, helst ikki, sum hann sjálvur sigur í innganginum, og so er spurningurin, hvat ið er sáldað frá.
Tað kann undra, at eingin søgufrøðingur er farin í holt við at skriva eina Phd ritgerð um hetta evnið, so tað tilfarið kundi verið lagt undir eina vísindaliga sjóneyku og verið mett av einum veruliga kompetentum forum.

Samarbejdspartiet
Zakarias Wang heldur seg hava funnið ‘ein glógvandi gimstein’ í eini tíðindagrein, sum ein korrespondentur hevur sent til Ritzaus Bureau dagin eftir fólkaatkvøðuna. Erpisliga og avgjørdur sum altíð sigur hann, at henda gimsteinin kann ein og hvør síggja á bls. 560 í bókini. Víðari sigur hann í greinini: Í fyrstuni trúði eg, at talan var um eina skeiva endurgávu. Men tað sama stendur í Fyns Venstreblad í Odense tann 21, september, so tað má vera rætt. Talan er um eitt fjarrit hjá Ritzau, sum er sent úr Havn tann 15. september. (At tað eisini stendur í Fyns Stiftstidende er einki prógv fyri, at tað má vera rætt. Blaðið endurgevur telegrammið frá Ritzau helst orðarætt, og tað munnu fleiri onnur bløð eisini hava gjørt.)
Andras var tá í Fuglafirði, men tíðindamaðurin hjá Ritzau var sonur hansara Georg Lindenskov Samuelsen, sum búði í Havn. Teir mugu tí hava tosað saman í telefon, og Georg hevur sent tað niður, sum faðirin hevur sagt.
Her sigur Andras gjøgnum son sín:”Med Henblik paa Statsminister Knud Kristensens Erklæring om Folkeafstemningens Konsekvenser udtaler Samarbejdspartiets Formand kort.” (Nei, hetta sigur Andras ikki, men tað sigur korrespondenturin, sum inngang, sum upplýsing til lesararnar, hvat málið snýr seg um, og á bls. 560 í bókini, sum er telegrammið, sum stóð í Politiken tann 16. september 1946, er eisini kolon aftaná orðið kort: og síðani kemur tað, sum Andras segði. Tað er rætt og slætt ótrúligt, at Zakarias Wang kann hava gjørt ein slíkan generalbrølara at hava misskilt hetta. Seinni í grein síni dittar hann sær enntá til at manudusera um keldukritikk.)
Tað merkisverda er, at Andras, sum var formaður í Sambandsflokkinum, nú eftir fólkaatkvøðuna ikki sigur seg vera formann í “Sambandspartiet”, men “Samarbejdspartiet”. (Nei, tað er ikki Andras, sum sigur hetta, men korrespondenturin, og tað at hann nýtir heitið Samarbejdspartiet, er helst fyri at danir betur skulu skilja, hvat hasin flokkurin stendur fyri. Orðið samband finst ikki í donskum máli og tískil er tað einans tey, ið hava tætt tilknýti til Føroyar, sum vita, hvat Sambandsflokkurin stendur fyri. Orðið Samarbejdspartiet sigur teimum nógv meir.)
Zakarias Wang heldur fram við at fantasera um - út frá hesum skeivu promissunum - at Andras tekur avleiðingar av fólkaatkvøðuni. Hann insinuerar enntá, at “[Andras] sigur, at hereftir ber ikki til at hava ein flokk í Føroyum, sum eitur Sambandsflokkurin.” At tað hevði verið ein ynskidreymur hjá Zakarias Wang, at sloppið av við tann flokkin, er ein onnur søk, men eftir tí undirtøkuni at døma, hann hevur havt og framvegis hevur, so eru tað framvegis nógvir føroyingar, sum høvdu tikið undir við tí, Andras Samuelsen segði í tí Ritzaufjarritinum, sum Zakarias Wang so fullkomiliga misskilti, nevniliga: ”Regeringens Forslag er ikke vedtaget og er saaledes bortfaldet. Samtidig er der ved Folkeafstemningen konstateret saa stor Modstand mod at afbryde Samhørsforholdet med Danmark, at ogsaa dette Spørgsmaal maa betragtes som bortfaldet.”
09.08.2010