Klaksvíkar Kommuna, Fuglafjarðar Kommuna og Eysturkommuna, skuldu lagt saman í eina kommunu.
Tað heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.
Á valfundinum, sum var í SMS nú eitt kvøldið upp undir kommunuvalið um eina góða viku, varð nógv tosað um at leggja kommunur saman.
Í tí sambandi helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, at høvdu tær tríggjar grannakommunurnar í norðara parti í landinum, Klaksvíkar Kommuna, Eysturkommunan og Fuglafjørð, lagt saman, høvdu tær staðið nógv sterkari mótvegis Tórshavnar Kommunu.
Ikki minst hugsar hann um, at vinnulívið í hasum partinum í landinum er rættiliga sterkt.
- Tað hevði verið ein kommuna við næstan 9.000 fólkum, við einum sterkum vinnulívi, so tað hevði verið ein sterk kommuna, segði hann.
Hann heldur, at vit eiga at sleppa gamlari vanahugsan um kommunubygnaðin og tí eiga vit at leggja saman tvørtur um oyggjamark. Og í eini sterkari kommunu í Norðurføroyum er fast samband við undirsjóvartunlinum.
Jógvan Skorheim førdi fram, at tá ið tosið um kommunusamanlegging tók seg upp, var ein grundgeving fyri at leggja saman, at kommunurnar skuldu verða javnari í stødd.
Men tað verður aldrin, tí tað býr 20.000 fólk í Tórshavnar Kommunu, men so skulu hini 30.000 fólkini í Føroyum býtast sundur í einar seks skommunur, so vit fara aldrin at fáa javnt stórar kommunur.
- Men nettupp tí var tann fyrsti feilurin tann, at Kollafjørður varð løgd saman við Havnin, segði Jógvan Skorheim.
Fuglafjarðar Kommuna varð ikki umboðað á fundinum, men Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, helt, at samanlegging mátti spretta í fólkinum, men at tey vóru altíð til reiðar at tosa um eina samanlegging, er tað hetta, fólkið vil.










