Doyði eftir spjótkast

Ein 75 ára gamal dómari í frælsum ítrótti varð í gjár raktur av einum spjóti undir kapping í Týsklandi.

 

Spjótið rakti dómaran í hálsin og setti hol á hálspulsæðrina, og hann misti nógv blóð. Í dag boðaðu læknarnir á Universitets sjúkrahúsinum í Düsseldorf frá, at lívið stóð ikki at bjarga.

 

Talan var um eina vanlukku og sagt verður, at dómarin var ov skjótur út á vøllin at máta kastið, og tí varð raktur av dalandi spjótinum.

 

Dómarin rann út, áðrenn spjótið var lent. Hann helt óiva, at hann kundi rokna flogið út, sigur leiðarin fyri kappingini, Jochen Grundmann við bild.de.

 

Dómarin fekk beinanvegin viðgerð á vøllinum og seinni á sjúkrahúsinum, men hann hevði mist ovn ógv blóð.

 

Wilhelm Unger-kappingin, sum er ein siðbundin árlig kapping í frælsum ítrótti fyri ung í økinum, bleiv avlýst eftir vanlukkuna.