Donsk fiskivinna 270 miljónir í stuðli

Danska fiskivinnan fær í 2011 tilsamans 270 miljónir krónur í stuðli frá danska ríkiskassanum og ES. Upphæddin er oyramerkt til menning av burðardyggari framleiðslu í fiski-og alivinnuni. Stuðulin kann eisini veitast til menning av veiðihættum, menning av sporføri og betri góðsku í framleiðsluvinnuni.

Ein serstakur pakki, sum hevur til endamáls at minka um oljunýtsluna hjá fiskiskipum, gongur annars út við árslok, men harafturímóti verður peningur settur av til nútímansgerð av fiskiflotanum í 2011.

Menningarætlanin í donsku fiskivinnuni er eftir avtalu millum stjórnarflokkarnar og Dansk Folkeparti.

- Menningarætlanin er ein motorur til vøkstur og menning av danskari fiski-og alivinnu. Við nýggju avtaluni gera vit ein innsats til tess at styrkja um burðardygga umsiting av fiskiríkidøminum, sum tryggjar fiskastovnarnar, samstundis sum peningur verður til áhugaverdar verkætlanir innan fiskiídnaðin og umhvørvisvinarliga aling, sigur matvøruráðharrin í Danmark, Henrik Høegh.

Treytin fyri, at ES letur stuðul til donsku fiskivinnuna, er, at danska sjtórnin stuðlar í sama mun.