DMI: Illsligt í dag – frægari í morgin

DMI roknar við nógvum vindi í kvøld, men í morgin batnar veðrið

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður fitt av vindi í dag og serliga í nátt, men í annaðkvøld verður betur veður.

 

DMI sigur, at í dag vera 10-15 m/s av landsynningi og landnyðringi, seinni 13-18 m/s av vestri við hørðum hvirlum. Samdrigið og kavi, vátakavi ella regn í løtum. Í kvøld og í nátt 13-18 m/s av vestri og útsynningi, sum frálíður upp í 20-25 m/s, eitt skifti minni vindur av norði. Samdrigið og kavi, vátakavi ella regn. Hitin verður millum frostmarkið og 5 hitastg.

 

Annan jóladag vera 13-18 m/s av útnyðringi, seinnapartin minkandi niður í 3-8 m/s av norði. Samdrigið og kavaæl, í løtum klárt veður og møguleiki fyri sól, um kvøldið færri kavaæl. Hitin verður millum frotsmarkið og 5 hitastg, um náttina kaldari, niður í 5 kuldastig í støðum.