DM á stuttgeil: Magnus og Óli vunnu heiðursmerkir

Óli Mortensen og Magnus Jákupsson hava báðir tveir tryggjað sær heiðursmerkir í dag á DM á stuttgeil, ið um vikuskiftið verður hildið í Greve.


Magnus Jákupsson vann gull á 100 metra rygg, meðan Óli Mortensen bleiv nummar tvey á 1500 metra frísvimjing. Tað skrivar svimjing.com.


Magnus Jákupsson megnaði at endurvinna DM-gullið á stuttgeil frá í fjør í 100 metra rygg, tá hann kom á mál við tíðini 52.77. Nummar tvey, Gustav Friberg, svam teinin upp á 52.99, meðan trý, Iskender Baslakov, svam teinin upp á 53.31.


Tað var annars um reppið, at talan gjørdist um tvey gull, tí tá svimjararnir í finaluni í 1500 metra frísvimjing høvdu lagt 1400 afturum, var Óli Mortensen á odda, men í endaspurtinum bleiv hann yvirhálaður av Alexander Aslak Nørgaard, ið vann við tíðini 15:12.08. Óli Mortensen kom á mál við tíðini 15:12.12, og var sostatt einans fýra hundraðpartar á muni millum gull og silvur.